
Ein møguligur toppfundur millum forsetarnar í Russlandi og Ukraina kann verða í eitt nú Eysturríki, Sveis ella Turkalandi.
Tað eru uppskotini hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.
Arbeitt verður við at skipa fyri einum fundi millum Zelenskyj og russiska forsetan, Vladimir Putin, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump hevur havt fund við teir báðar hvør sær, og gitt hevur verið um, hvør staðsetingin kann verða til ein slíkan fund.
– Sveis. Eysturríki. Tað eru vit samd um, sigur ukrainski forsetin og nevndir eisini Turkaland sum ein møguleiki.
– Sæð frá okkara sjónarmiði er Turkaland eitt Nato-land og ein partur av Evropa. Vit eru ikki ímóti tí, sigur hann sambært Ritzau.
Ungarn hevur eisini bjóðað seg fram sum vert fyri ein toppfund millum Putin og Zelenskyj, men tað er sambært Zelenskyj ein avbjóðing.
Í mun til Ungarn, Eysturríki og Sveis er Turkaland Ikki limur í ICC, altjóða revsidómstólinum, sum hevur givið boð um at handtaka Putin fyri krígsbrotsverk. ICC-limalond hava skyldu til at handtaka hann, um hann kemur til teirra land, men sambært uttanríkismálaráðharranum í Sveis kann undantak gerast, um Putin kemur fyri at luttaka á einum friðartoppfundi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald