Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj væntar, at Russland fer at styrkja álopini móti Ukraina hesa vikuna, meðan Ukraina bíðar eftir svari frá teimum 27 ES-londunum til spurningin um, hvørt Ukraina skal fáa møguleikan at gerast ES-land.
– Hesa vikuna eiga vit at vænta eina styrking av illviljaða virkseminum hjá Russlandi. Ikki bara móti Ukraina men eisini móti øðrum evropeiskum londum. Vit fyrireika okkum. Vit eru klár, sigur Zelenskyj sambært Ritzau.
Tað var fríggjadagin, at ES-nevndin boðaði frá, at hon hevði skotið upp, at Ukraina kundi gerast limur í ES.
Les eisini: ES-nevndin: Ukraina skal hava møguleika at gerast ES-land
Men hesa avgerðina eiga limalondini í ES, og fara tey væntandi at taka eina avgerð í hesum málinum á toppfundi í Brússel hósdagin og fríggjadagin.
Greitt er tó, at tað verður eingin skjótur vegur til ES-limaskap hjá Ukraina, sum, eins og onnur lond, skal lúka ávísar treytir fyri at gerast partur av felagsskapinum. Verður Ukraina partur av ES verður hetta væntandi ikki fyrr enn um fleiri ár.
Men hóast hetta, hevur fráboðanin hjá ES-nevndini stóran týdning fyri Ukraina, sigur Zelenskyj.
– Hetta er eitt stig, sum heilt vist fer at taka okkum eitt stig nærri sigrinum, sigur hann.
Les eisini: Putin: Eg havi einki ímóti, at Ukraina gerst ES-land
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald