
Russland fremur fleiri álop tey somu støðini í Ukraina fyri at særa sløkkiliðsfólk og onnur, sum arbeiða á staðnum, sum longu eru rakt av rakettum og bumbum, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.
Hann skrivar á X, at Russland í nátt hevur lopið á Ukraina við fleiri enn 300 dronum og 37 rakettum.
– Hetta er prógv um, at russar fremja dupultan yvirgang við at leypa á við Shahed-dronum (álopsronur, framleiddar í Iran, red.), sum eru útgjørdar við tyssibumbum og endurtaka álopini fyri at særa sløkkiliðsfólk og orkustarvsfólk, sum arbeiða við enduruppbygging av hentleikum, sum hava fingið skaða, skrivar hann.
Boðað verður frá, at fleiri vórðu særd í álopunum í nátt. Tað er serliga orskuøkið og sivilt undirstøðukervi, sum er rakt.
Ukrainska loftverjan upplýsir, at 14 rakettir og 37 dronur raktu mál ymsastaðni í Ukraina í nátt, meðan 283 dronur og fimm rakettir vórðu skotnar niður, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald