Uttanlands

Zelenskyj: Ungarskar dronur í ukrainskum loftrúmi

Hesum vísir Ungarn aftur

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2025-09-27 15:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kanningardronur úr Ungarn hava verið í ukrainskum loftrúmi uttan loyvi.

Tað segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj fríggjadagin sambært Ritzau.

Zelenskyj vísti til eina fyribils meting hjá herinum av dronuvirkseminum í økinum men segði ikki, nær hesar dronurnar skulu hava verið í ukrainskum loftrúmi.

Sambært ungarska uttanríkismálaráðharranum, Peter Szijjarto passar tað ikki, sum Zelenskyj sigur.

– Zelenskyj forseti er við at gerast í óður í høvdinum, sigur hann. Hann er byrjaður at síggja ting, sum ikki eru har.

Zelenskyj sigur, at ukrainski herurin hevur skrásett fremmandar kanningardronur í ukrainskum loftrúmi, sum helst koma úr ungarn, og sum kunnu hava gjørt kanningararbeiði við markið til Ukraina.

– Eg havi kravt, at allir upplýsingar skulu váttast, og at ein skundfrágreiðing skal gerast um hvørja skrásetta hending, sigur Zelenskyj.

Um hetta slagið av dronum kemur fram aftur, ynskir ukrainski forsetin eitt "hóskandi aftursvar fyri at verja stat okkara", sigur hann.

Ungarn er limur í bæði ES og Nato, sum siga seg stuðla Ukraina í krígnum móti Russlandi. Men viðurskiftini millum Ungarn og Ukraina hava ofta verið spent. Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban hevur verið ímóti hernaðarligum stuðli til Ukraina og hevur Ungarn eisini eitt betri samband við russiska forsetan, Vladimir Putin enn onnur Nato- og ES-lond.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder