Uttanlands

Zelenskyj vitjar í Svøríki í dag

Ukrainsk forsetin og Ulf Kristersson skulu tosa um verjusamstarv - eisini vitja teir Saab, har ein ein ætlan innan verjuøkið verður avdúkað

Ukraina fær eina rúgvu av peningini og hjálp frá Danmark í stríðnum við Russland, og nú er ætlanin at samstarvið við grannalandið Svøríki skaj styrkjast (Mynd: EPA)

Ukraina fær eina rúgvu av peningini og hjálp frá Danmark í stríðnum við Russland, og nú er ætlanin at samstarvið við grannalandið Svøríki skaj styrkjast (Mynd: EPA)

2025-10-22 09:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ukraina fær eina rúgvu av peningini og hjálp frá Danmark í stríðnum við Russland, og nú er ætlanin at samstarvið við Svøríki skaj styrkjast.

Í dag er Volodymyr Zelenskyj á almennari vitjan hjá svenska starvsbróðir sínum, Ulf Kristersson.

Svenskir og altjóða miðlar skriva, at hesir fyrst og fremst skulu tala um kríggið og um verjusamstarv.

- Eitt sterkt Ukraina við neyðugu amboðunum er ein høg raðfesting fyri Svøríki, og tískil fer Svøríki framhaldaldi at stuðla Ukrana fyri at tryggja at landið framhaldandi kann verja seg móti Russlandi, skrivar Ulf Kristersson á sosiala miðlinum X.

[object Object]
Ulf Kristersson

Stjórnarleiðarnir vitja esini á versmiðjuni hjá Saab í Linköping, skrivar svenski miðilin Expressen.

Felagið ger ikki bert bilar: Har verður millum annað Saab Jas 39-flogfarið, sum eftir ætlan skal útvegast Ukraina.

Har sleppa fjølmiðlar framat at spyrja spurningar, og ein ætlan innan verjuøkið - og útflýggjan av verju - verður avdúkað.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder