Innanlands

Ziska hjálpti útróðrarbáti í morgun

Útróðrarbátur fekk motortrupulleikar suður úr Borðoyarnesi

Ziska (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ziska (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-12-30 17:09 Author image
Ari av Rana
placeholder

Boð vórðu send eftir Ziska í morgun, tá ein útróðrarbátur boðaði MRCC støðini frá, at hesin hevði fingið motortrupulleikar.

Ziska fór úr Klaksvík klokkan 05:47 og setti kós móti útróðrarbátinum, sum var staddur suður úr Borðoyarnesi. Ziska var hjá bátinum ein góða hálvan tíma seinni, skrivar JN.fo.

Útróðrarbáturin varð sleipaður til Klaksvíkar og var har klokkan 07:44 í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder