Ein av legendarisku amerikansku rokkbólkunum, Texas-bólkurin ZZ Top, kann í næstum upplivast í Danmark.
Tann lutfalsliga lítli festivalurin, Jelling Musikfestival, kundi í dag avdúka, at ZZ Top verður eitt av høvuðsnøvnunum á festivalinum, sum í ár verður hildin í døgunum 29. mai til 1. juni.
Umframt ZZ Top, vórðu eisini The Predenders og The Mavericks avdúkaðir sum høvuðsnøvn í dag.
35.000 fólk væntast til festivalin í Jelling, sum liggur nærhendis flogvøllin í Billund, beint vestan fyri Vejle í Jútlandi.
ZZ Top eru á heimsumfatandi konsertferð í sambandi við, at bólkurin í ár hevur 50 ár á baki. ZZ Top er ein trímannaður hart spælandi rock’n’roll-bólkur. Síðani stovnanina í 1969 hevur bólkurin givið út 15 útgávur og selt 30 milliónir plátur og fløgur við hittum so sum ”La Grange”, ”Gimme All Your Loving” og ”Sharp Dressed Man”.
Tað eru teir báðir langskeggutu harrarnir, Billy Gibbons og Dusty Hill, sum ímynda bólkin á bassi og guittara. Triðji maðurin situr handan trummurnar. Hann hevur ikki langt skegg, men eitur afturfyri Beard (skegg) til eftirnavn, Frank Beard.
Umframt Jelling, kunnu ZZ Top eisini upplivast í Hamar í Noregi, í Uppsala og Sölvesborg (Sweden Rock Festival) í Svøríki, Helsingfors í Finnlandi umframt fleiri staðir í Evropa í summar.
The Prenders eru eisini eitt stórt navn. Bretsk-amerikanski bólkurin byrjaði í 1978 og er mest kendur fyri karismatisku kvinnuna í forgrundini, Chrissie Hynde, og hitt sum ”Don’t Get Me Wrond” og ”I’ll Stand by You”.
The Mavericks er nakað yngri bólkur við vælsyngjandi Raul Malo á odda. Bólkurin stavar frá Florida, men limirnir eru flestallir av meksikanskum uppruna og syngja vælsvingandi slagið av countrytónleiki, ið verður kallað TexMex.
90 konsertir eru á Jelling Festivalinum, sum hevur fimm pallar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald