- Tað, sum skilir partarnar, eru tilsamans bert 146.400 krónur um árið fyri allar 21 ljósmøðurnar.
Tað upplýsir Ljósmøðrafelagið í tíðindaskrivi í kvøld, eftir at tær fyrr í dag boðaðu frá, at verkfallið verður hert leygardagin klokkan 15.
Tá verða eingi undantøk givin, og allar ljósmøður vera í verkfalli, eisini um lív og heilsa er í váða.
- Tað sýnist, sum Fíggjarmálaráðið ikki vil síggja álvaran í eyguni. Tí mugu vit í Ljósmøðrafelag Føroya ásanna, at einasta loysnin nú er at taka aftur lyftið um at veita undantøk. Vit eru ómetaliga keddar um, at tað skuldi koma so langt, men duga ikki at síggja nakran annan møguleika.
- Arbeiðssteðgurin hevur nú vart í 14 dagar. Hesar 14 dagarnar hava barnakonur í Føroyum bert fingið bráðfeingishjálp. Henda støðan kann ikki halda fram. Støðan er órímilig fyri barnakonurnar, fyri onnur starvsfólk á Landssjúkrahúsinum og fyri ljósmøðurnar, sigur Ljósmøðrafelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald