Ræstkjøtaburgarin er vorðin landskendur og longu áðrenn hann kom í miðlarnar var long bíðirøð i Saksun eftir at royna hann. Ruben Busk, sum eigur og rekur Streetfood, hevði aldrin droymt um at tað fór at ganga so væl at selja burgaran.
- Hetta her gekk nógv betri enn væntað. Hetta byrjaði sum ein lítil verkætlan, har eg bara ynskti at selja eitt sindur av kaffi og okkurt lætt, og so eisini at selja ein góðan burgara, sigur Ruben Busk.
Hóast burgarin hevur fingið nógva umtalu eftir at Heilsufrøðiliga Starvsstovan steðgaði søluni at ræstkjøtabugaranum, so hevði Streetfood úr at gera frammanundan.
- Longu áðrenn alla umtalu, var eitt kvøld í Saksun, har bíðirøð var til at keypa burgara í tríggjar tímar, sigur Ruben Busk.
Hóast at útselt varð týsdagin, so er tað ikki mongdin, sum er avbjóðingin hjá Streetfood. Størsta avbjóðingin er at klára at fylgja við, tí at har er ikki pláss fyri so nógvum starvsfólkum í vogninum. Harafturat hevur Ruben Busk nokk at gera við hinari fyritøkuni, har hann er bookaður fleiri vikuskiftið fram. Tá verður eisini torført at gera nakað við fyrispurningarnar um at fáa vognin á ymsikar stevnur og til ymisk tiltøk.
Nú fyrireikar Ruben Busk seg til Ólavsøkuna, har vognurin hjá Streetfood fer at standa á parkeringsøkinum ímillum City Burger og Basecamp.
- Eg veit ikki heilt hvussu nógv vit skulu gera klárt til á ólavsøku. Tað er ein avbjóðing, tí at vit vilja ikki bara gera eina rúgvu av burgarum. Góðskan skal eisini verða tann sama, sum tá vit selja í Saksun. Men vit kunnu ikki bara stúgva fleiri fólk inn í vognin, so tað verður ein avbjóðing hvussu vit fáa bjóða eina góða tænastu á ólavsøku, sigur Ruben Busk at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald