Innanlands

- Allir miðnámsskúlanæmingar skulu fáa lestrarstuðul

Tað heldur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, sum hevur lagt uppskot fyri tingið

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum

2018-09-26 15:24 Author image
Oda Strøm
placeholder

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, hevur lagt uppskot fyri løgtingið, har heitt verður á landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri løgtingið, so allir miðnámsskúlanæmingar fáa lestrarstuðul - eisini tey, sum eru undir 18 ár. 

 

Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Jørgen Niclasen, at eftir fólkaskúlan velur stórur partur av ungdóminum at fara á miðnám, og fyri tey ungu merkir hetta ein kostnað, sum ikki er í fólkaskúlatíðini. Lógin um lestrarstuðul ásetur, at bert lesandi, sum eru 18 ár og eldri, kunnu fáa lestrarstuðul. Tað eru tó undantøk, har nakrir næmingar undir 18 ár kunnu fáa ávísan studning. 

- Allir miðnámsskúlanæmingar verða ikki viðgjørdir eins, og hetta tykist ikki rímiligt. Útreiðslur hjá einum 17 ára gomlum eru ikki øðrvísi enn hjá einum 18 ára gomlum. Nær ein fer á miðnámsskúla, er ymiskt frá einum ungum til annan. Onkur fer úr 9. flokki, onnur úr 10. flokki og onnur taka 1 til 2 ár á arbeiðsmarknaðinum árðenn miðnám. Tá so øll møtast á miðnámi, so fáa tey 16-17 ára gomlu at vita, at tey fáa ongan lestrarstuðul, meðan tey sum hava arbeitt í 2 ár og hava forvunnið sær pening, tey fáa lestrarstuðul, sigur Jørgen Niclasen í uppskotinum.

- Eisini er ymiskt, nær á árinum miðnámsnæmingar fylla 18 ár, og tað er nú avgerandi fyri, nær ein hevur rætt til lestrarstuðul. Tað kann merkja, at eitt heilt ár er ár muni millum næmingar í sama árgangi. Fyri ymsu næmingarnar merkir hetta, at onkur miðnámsnæmingur fær lestrarstuðul alla lestrartíðina, onkur annar fær lestrarstuðul part av tíðini, meðan nøkur als ongan stuðul fáa alla sína miðnámstíð. Sjálvandi skulu miðnámsnæmingar viðgerast eins. Um ein er undir 18 ár ella yvir, so skal lestrarstuðulin sjálvandi verða tann sami. Alt annað er mismunur, vil formaður Fólkafloksins vera við. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder