Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, heldur, at umsitingin í ALS er lat ov stórt í mun til talið av arbeiðsleysum, og at inngjaldið til arbeiðsloysisskipanina er alt ov høgt.
- Álvaratos, tredivu arbeiðsfólk til 268 arbeiðsleys, tað haldi eg verða ov nógv, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur við Kringvarpið.
Tingkvinnan mælir tí til at lækka inngjaldið og at minka um umsitingina hjá ALS. Hon vísir á, at arbeiðsloysið í løtuni einans er 1,1%.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir vísir á, at í 2008, tá arbeiðsloysið var sera høgt, kláraði man seg við helvtini av talinum av starvsfólkum, sum ALS hevur í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald