Innanlands

- At menna ríkisfelagsskapin er at styrkja okkum

Eyðdis Hartmann Niclasen hevur fingið áhuga fyri landspolitikki ígjøgnum kommunalpolitikk

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-22 19:12 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Eg havi verið borgarstjóri í Vága kommunu í tvey og eitt hálvt ár, og áhugin fyri landspolitikki er vaktur av hesum. 

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, sum nú bjóðar seg fram á fólkatingsvalinum fyri Sambandsflokkin. Hon hevur aldrin verið umboða í landspolitikki áður, men hon sigur seg altíð hava verið sambandsfólk. 

- Fyrimunirnar, sum vit hava í Ríkisfelagsskapinum eru so øgiliga góðar fyri Føroyar. Felagsskapurin ímillum Grønland, Danmark og Føroyar gevur okkum góðar møguleikar innan lestur, handil og heilsu, sum eru óvurderiligar fyri Føroyar, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen. 

Ofta verður sagt, at fólkatingsval verður brúkt sum høvi at gera vart við seg áðrenn løgtingsval. Er hettar støðan hjá Eyðdis Hartmann Niclasen? 

- Nei, eg havi eitt ynski um at umboða Føroyar. Eg gangi fult og heilt inn fyri ríkisfelagsskapinum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, sum heldur at menning av ríkisfelagsskapinum er eitt mál í sær sjálvum. Eiga vit ikki heldur at leggja dent á menning í Føroyum? 

- Vit styrkja okkum samstundis. Ein menning av ríkisfelagsskapinum vil altíð vera at styrkja okkum, staðfestir Eyðdis Hartmann Niclasen at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder