Uttanlands

– At økja stuðulin til Ukraina fer at leingja kríggið

Zelenskyj vil ikki hava frið, so onkur má leggja trýst á hann, sigur talsfólk hjá russisku stjornini

Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini (Mynd: EPA)

Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini (Mynd: EPA)

2025-03-03 16:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

At økja um stuðulin til Ukraina fer ikki at viðvirka til eina loysn, heldur fer tað at leingja kríggið, sigur Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini.

Eftir evropeiska toppfundin í gjár hevur Stórabretland m.a. lovað Ukraina tað, sum svarar til umleið 14 milliardir krónur til loftverju, og slíkt hevur einki við friðarætlanir at gera, segði Peskov á tíðindafundi mánadagin.

Les eisini: – Eri takksamur fyri stuðulin

Sambært Peskov ynskir ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj heldur ikki frið, og eigur trýst at verða lagt á hann fyri at fáa hann at broyta hugburð.

– Hann vil ikki hava frið. Onkur má fáa hann at ynskja frið. Um evropearar gera tað skulu teir hava rós fyri tað.

Ukrainski forsetin hevur m.a. víst aftur at geva russum ukrainsk landøki, sum russiskar herdeildir hava hertikið undir krígnum. Tað er ikki friður men yvirgeving, sigur hann sambært Ritzau.

Á toppfundinum í London samdust partarnir um at gera eina friðarætlan fyri Ukraina, sum skal leggjast fram fyri USA. Tveir dagar frammanundan keglaðust Zelenskyj og amerikanski forsetin, Donald Trump, tá Zelenskyj vitjaði í Hvítu Húsunum, og Zelenskyj fór úr Washington uttan at undirskriva avtaluna um ráevni, sum annars var ætlanin.

Um hendingina sigur Peskov, at tað var óvanligt. Eisini sigur hann, at einki samband hevur verið millum Trump og russiska forsetan, Vladimir Putin "sum almenningurin skal vita um". Seinasta samrøðan millum teir báðar, sum er fráboðað, var ein telefonsamrøða 12. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder