Uttanlands

– Eri takksamur fyri stuðulin

Ukrainski forsetin fegnast um stuðulin eftir fundin í London, og ynskir framvegis at samstarva við USA

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2025-03-03 15:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur seg merkja stóra undirtøku eftir evropeiska toppfundin í London sunnudagin.

– Vit kenna ein sterkan stuðul til Ukraina, okkara fólk: herfólk og sivil, umframt okkara sjálvræði. Vit samstarva við Evropa fyri at skapa eitt sterkt grundarlag fyri samstarv við Amerika til frama fyri veruligum friði og trygd, sigur m.a. hann í boðum á Telegram.

Zelenskyj sigur, at slíkt evropeiskt samanhald á so høgum støði hevur ikki verið sæð leingi.

– Vit eru við at fyrireika eina røð av týðandi fundum og avgerðum í nærmastu framtíð.

Ukrainski forsetin er eisini sera takksamur fyri stuðulin, sum Ukraina hevur fingið úr USA. Tað segði hann í røðu í nátt.

– Vit eru sjálvandi greið yvir týdningin hjá USA, og vit eru takksom fyri allan tann stuðulin, sum vit hava fingið úr USA. Tað hevur ikki verið ein dagur, har vit ikki havt kent takksemi, sigur hann.

Ukrainski forsetin legði afturat, at tað framvegis er umráðandi, at USA og Evropa arbeiða saman, og at tað framvegis vera diplomatiskar samráðingar.

Les eisini: – Ukraina má verða hoyrt og ikki gloymt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder