Innanlands

Fimm fjallmenn veðurfastir í Miðvágsurð

Teir vórðu farnir eftir seyði í gjárkvøldið, men teir sluppu ikki í bátin aftur, og tyrlan slapp heldur ikki eftir teimum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-13 08:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fimm mans eru í løtuni veðurfastir í Miðvágsurð millum Slættanes og Víkar.

Teir vórðu farnir við báti eftir seyði í gjárkvøldið, men tað var so nógvur uppgangur, at teir sluppu ikki sjálvir í bátin. Veðrið forðaði eisini tyrluni í at fara eftir teimum, og tí hava teir verið harúti í nátt.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at bjargingarbátur hevur verið við klæðum, mati og drekka til teir, og teir hava tað eftir umstøðunum gott.

Tá tað fer at lýsna, verður avgjørt, hvussu farið verður eftir monnunum.

Dagføring kl. 10.39: Tyrlan hevur verið eftir monnunum í morgun

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder