Innanlands

- Bert eitt at gera Páll, tað er at fyrigeva

Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, biður tingformannin fyrigeva bakbiti í Tjóðveldi

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-08 14:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Páll á Reynatúgvu, tingformaður, fær góð orð frá fyrrverandi løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, nú bakbit hevur elvt til óhepna støðu í Tjóðveldinum.

Hendingin fór fram á flokstinginum hjá Tjóðveldi um vikuskifti, har Páll á Reynatúgvu millum annað verður kallaður stórur egoistur og psykopatur av Annitu á Fríðriksmørk, tingbólkaforkvinnu.

Kaj Leo Holm Johannesen, sum í dag er tingmaður fyri Sambandsflokkin heldur ikki, at tingformaðurin hevur uppiborið hesa viðferina av sínum egnu. Tað skrivar hann í einari dagføring á Facebook.

- Tú hevur ikki uppiborið hasa viðferðina, tað er ongantíð stuttligt at fáa knív í ryggin, serliga tungt og møtimikið frá sínum egnu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum heldur at Páll á Reynatúgvu eigur at fyrigeva.

- Tað er bert eitt at gera Páll, um ikki tað skal eta ein upp innanifrá, tað er at fyrigeva.

- Ein fantastisk kensla at gera tað og meina tað, tá kemur man víðari í lívinum, bæði glaðari og sterkari, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Les eisini: Tjóðveldi skal viðgera støðuna

Les eisini: Annita á Fríðriksmørk: - Helt ikki nakar hoyrdi tað

Hoyr: Her er privata samrøðan sum øll tosa um

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder