
Tað er nú upp til Russland at taka næsta stig í møguligu friðarsamráðingunum við Ukraina.
Tað sigur Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, við Reuters tíðindastovuna.
Nato-aðalskrivarin sigur, at sum hann lesur støðuna, so er Ukraina nú til reiðar at fara undir samráðingar. Hann sigur seg vera vónríkan um, at friður kann skapast í Ukraina, um Russland er sinnað “at spæla við”.
Umboð fyri Russland og Ukraina hittast í Istanbul í Turkalandi í dag í royndini at finna fram til eina møguliga loysn á krígnum í Ukraina.
Umrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur undan samráðingunum sagt, at hann er til reiðar at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin, í sambandi við hesar samráðingar.
Í gjárkvøldið almannakunngjørdi russiska stjórnin ein lista yvir, hvørji umboð landið sendir til samrøðurnar í Istanbul. Sambært AFP tíðindastovuni, stendur Vladimir Putin ikki á listanum.
Sambært ónevndari keldu, byrja samrøðurnar umleið klokkan 10 lokala tíð, tað er klokkan 08 okkara tíð, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald