Maðurin, sum skaffar tónleikarar til G! festivalin, Høgni Lisberg, vitjaði í Góðan Morgun Føroyum hjá Kringvarpinum í morgun og kundi avdúka tvey av høvuðsnøvnunum á G! festivalinum í summar.
Talan erum tvey stór nøvn, eitt amerikanskt og eitt danskt.
Dan Tyminski er kanska ikki so kent navn í almenninginum, men í bluegrass-heiminum er hann nakað av tí størsta.
Hann var í fleiri ár guittarleikari og sangari í bólkinum Union Station, sum var orkestrið hjá vælkendu sangarinnuni Alison Krauss.
Men, tað sum Dan Tyminski er mest kendur fyri er, at hann var biðin um at syngja í heilt stóra hittinum hjá svenska DJ’inum, Avicii, sála, “Hey Brother”.
Dan Tyminski er eisini heimskendur fyri at vera røddin hjá George Clooney, tá hann í filminum “Hey Brother where art Thou” syngur “I’m the Man of constant Sorrow”.
Dan Tyminski hevur nú sítt egna blue grass orkestur, Dan Tyminski Band, og tað er hetta orkestri, sum kemur til Syðrugøtu at spæla í summar.
Simon Kvam
Hin kendi maðurin, sum kemur á G! í summar er Simon Kvam.
Simon Kvam hevur nakrar ferðir vitjað G! festivalin sum oddamaður í bólkinum Nephew. Nú er hann oddamaður í bólkinum Hugorm, og tað er í hesum samanhangi, at hann vitjar í Gøtu komandi summar.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald