Í finaluni í evropeiska grand prixnum, Eurovision Song Contest, endaði Stórabretland aftast við nul stigum.
Tá James Newman, sum umboðaði bretar við lagnum "Embers", hvørki fekk stig frá dómsnevndunum ella hyggjarunum leygarkvøldið, var tað fyrstu ferð síðan 2015, at eitt land eingi stig fekk.
Les eisini: Fyri fyrstu ferð í seks ár – Fekk nul stig
Í sambandi við vánaliga úrslitinum eru fleiri, sum finnast at framførsluni hjá James Newman á sosialu miðlunum, og høgravendi polikarin, Nigel Farage, sum er kendur sum fyrrverandi formaðurin í Brexitflokkinum, hevur eisini sagt sína hugsan um hetta á Facebook-síðu sínari.
Har sigur hann, at hann heldur, at bretar eiga at fara úr Eurovision, sum hann lýsur sum "ein globalistiskur glantrileikur", skrivar B.T.
Aðrir kendir persónar hava eisini sagt sína hugsan um luttøkuna hjá Stórabretlandi í evropeisku sangkappingini, og fleiri vilja m.a. vera við, at talan var um "mest politiska Eurovision umfarið nakrantíð", og at úrslitið av kappingini endurspeglar støðuna millum Stórabretland og ES.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald