Mentan

Fyri fyrstu ferð í seks ár – Fekk nul stig

Bretski James Newman endaði á aftasta plássi í Eurovision finaluni leygarkvøldið – Hann fekk hvørki stig frá dómsnevndunum ella hyggjarunum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-05-23 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár gjørdist greitt, at bólkurin Måneskin, sum umboðaði Italia, hevur vunnið Eurovision Song Contest 2021 við 524 stigum. Í hølunum á Italia var Frakland við 499 stigum, og síðani komu Sveis við 432 stigum, og Ísland við 378 stigum.

Niðast á stigatalvuni var Stórabretland, sum eingi stig fekk – hvørki frá dómsnevndunum ella hyggjarunum.

Hetta er fyrstu ferð síðan 2015, at eitt land endar við at hava 0 stig, skrivar B.T. Men hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Stórabretland endar á aftasta plássi, og heldur ikki er tað fyrstu ferð, at Stórabretland endar við ongum stigum.

Fyrstu ferð Stórabretland fekk nul stig var í 2003, tá bólkurin Jemini umboðaði bretar við sanginum "Cry Baby". Síðan tá er Stórabretland endað á aftasta plássi fýra ferðir – í 2008, 2010, 2019, og í gjárkvøldið.

James Newman, sum umboðaði bretar við sanginum "Embers" sigur soleiðis um upplivingina á Instagram:

– Evropa hevur talað. Eg havi tó enn fjepparar. Tað veit eg. Hetta er ikki ein kapping. Hetta er ein veitsla, og eg havi elskað at verið við.

Sum áður nevnt, var tað italski bólkurin Måneskin, sum fór av stað við sigrinum, og basspælarin í bólkinum, 21 ára gamla Victoria De Angelis, hugleiddi soleiðis um, hví summir luttakarar kláraðu seg betri enn aðrir.

– Tað er ein kapping. Onkur má vera seinast, men hóast tað, eigur tað at snúgva seg meira um at luttaka og deila tónleikin við heiminum. Vit komu ikki her fyri at vinna – vit komu her fyri at deila okkara tónleik. Eurovision er ein stórur og týðandi platformur, segði hon á tíðindafundi í nátt, sambært heimasíðuni Eurovision.tv.

Les eisini: Italia vann Eurovision

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder