- Burðardygg hvalaveiða samsvarar fult og heilt við ST-heimsmálini um burðadygga menning
Hetta segði Poul Michelsen, landsstýrismaður, tá hann í morgun setti 27. ársfundin hjá NAMMCO, ið er samstarv um vernd, umsiting og gransking av havsúgdjórum í Norðuratlantshavinum
Føroyar leggja stóran dent á at taka virknan lut í umsitingini av veiðu í norðurhøvum, har júst NAMMCO hevur serliga stóran týdning.
Landsstýrismaðurin segði eisini, at NAMMCO er einasta altjóða samstarvið um vernd og umsiting av øllum havsúgdjórum, eisini kópi og smáum hvalasløgum sum grind, ið vit hava veitt í øldir.
Sannlíkindini fyri, at samstarv um felags tilfeingið í sjónum ber á mál, er nógv størri í økissamstarvi heldur enn í alheimsfelagsskapum, helt landsstýrismaðurin.
Les røðuna her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald