Mentan

- Býarbókasavnið røkkur út til fleiri borgarar enn nakrantíð

Vitjanir eru framhaldandi nógvar á Býarbókasavninum í miðbýnum, hóast bókasøvn steingja í øðrum londum, segði Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tá hon helt røðu á 50 ára føðingardegnum hjá Býarbókasavninum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-04-07 12:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin var 50 ára føðingardagurin hjá Býarbókasavninum í Havn hátíðarhildin.

Dagurin varð hátíðarhildin við framløgu og framførslum. Fólk høvdu m.a. høvi at ogna sær eina ókeypis alfabet-plakat eftir Astrid Andreasen, og nýggi grafiski samleikin hjá Býarbókasavninum varð eisini avdúkaður.

Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, bar eisini fram røðu.

Í røðu sínari vísti Gunvør Balle m.a. á, at hóast bókasøvn í øðrum londum eru stongd, tí fólk leita sær vitan og undirhald aðrastaðni, so eru vitjanir framhaldandi nógvar á Býarbókasavninum í miðbýnum.

- Í Havn er mynstrið øðrvísi. Her søkja vit okkum sum aðrastaðni eisini vitan á netinum. Men samstundis eru vit góð við hetta staðið, og okkum dáma tey tilboð, sum starvsfólkini her bóða.

- Býarbókasavnið røkkur á sínum 50 ára degi út til fleiri borgarar enn nakrantíð. Tað er hugaligt, og mín vón er, at komandi 50 árini fara at verða eins góð og hendingarík sum tey undanfarnu, segði varaborgarstjórin m.a.

Til ber at lesa alla røðuna hjá Gunvør Balle her.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder