Innanlands

- Dugni gongur ofta á odda

Ársaðalfundur var í Dugna í farnu viku, har landsstýriskvinnan í almannamálum luttók

Mynd: Almannamálaráðið

Mynd: Almannamálaráðið

2019-04-10 15:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í farnu viku, 3. apríl, hevði Dugni ársaðalfund í hølinum hjá Dugna á Hjalla. Øll á Dugna - bæði næmingar, arbeiðsfólk, starvsfólk - høvdu møguleika at taka lut. 

Dugni ger eitt framúr gott arbeiði. Skúlatilboðið hjálpir nógvum ungum at fótað sær aftur og koma víðari í lívinum, og arbeiðstilboðini til fólk, ið ikki megnað vanliga arbeiðsmarknaðin, gevur hesum borgarum møguleika at livað eitt virkið og innihaldsríkt lív, skrivar Almannamálaráðið.

- Á Dugna er fokus á tað, sum tað einstaka menniskja dugir og megnar, heldur enn at fokus á tað, sum ein ikki megnar. Tað er eitt sera umráðandi grundvirðið, sum tit hava við tykkum í tykkara virki, og tað er tí, at tað ber til at fáa alt at spretta, segði landsstýriskvinnan í Almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, millum annað í røðu síni.

Les alla røðuna her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder