- Eg ætli mær at finna eina loysn á avbjóðingunum til útoyggjarnar, har vit ikki hava møguleika fyri at bora undirsjóvartunnlar.
Nýútnevndi landsstýrismaðurin við landsstýrismálum, Heðin Mortensen, segði í síni setanarrøðu í morgun, at hann hevði ætlanir um at hyggja frameftir, finna nýggjar og aðrar loysnir, enn tær vit hava arbeitt við í dag.
Upp á fyrispurning sigur Heðin Mortensen, at tað er samferðslan til útoyggjarnar, hann hevur sett sær sum mál at loysa.
- Eg kundi hugsa mær, at vit funnu eina samlaða loysn fyri allar útoyggjarnar, sum hava tørv á nýggjum skipi. Hví ikki byggja eina røð av skipum, sum eru nøkulunda eins. So kunnu tey loysa hvørt annað av, og fleiri kunnu setast inn til onkra oygg eitt tíðarskeið, um tørvur er á tí.
- Við at hava eins skip, kundu vit eisini spart nógv í viðlíkahaldi og tekniskum loysnum, sigur Heðin Mortensen.
Nú fekk Heðin Mortensen sum borgarstjóri í Havn ikki møguleika at leiða Sandstunnilin soleiðis, at hestfólk eisini fingu ágóðan av honum. Somikið størri týdning hevur tað fyri landsstýrismannin, at ein heildarloysn nú verður funnin fyri smáoyggjarnar, og ikki minst fyri Hest.
- Tað er høvuðsmálið, eg havi sett mær fyri hesar mánaðirnar eg í fyrsta umfari fái sum landsstýrismaður, sigur 72 ára ungi landsstýrismaðurin.
Hann nevndi ikki innkomuvegin til høvuðsstaðin í síni røðu.
Innkomuvegurin
- Nei innkomuvegurin liggur klárur. Tað er bara ein spurningur um viljan at fáa hann framdan, og sjálvandi fari eg at arbeiða fyri tí.
- Tað er ikki rætt at kalla tað fyri innkomuvegin TIL Havnar. Nei, tað er ein spurningurin um, hvussu vit fordeila ferðsluna, tá hon kemur upp úr tunnlinum. Tað er ongin meining í at brúka yvir eina milliard upp á ein tunnil, um ferðslan skal standa í kø í honum.
- Og tað er ikki bara ein loysn fyri uppkomuna við Hvítanes, eg hugsi um. Vit skulu eisini finna eina loysn at fordeila ferðsluna í Eysturoynni og eisini í Sandoynni, sigur Heðin Mortensen.
Hann hevur sett sær fyri beinanvegin at fara út at tosa við fólkið í oyggjunum, sum hava tørv á eini samferðsluloysn, og ætlar sær eisini til eitt nú Suðuroyar fyri at tosa við kommunurnar har um samferðsluloysnirnar, sum standa og bíða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald