Løgtingsformaðurin úr Tjóðveldi, Páll Á Reynatúgvu, hevur seinastu dagarnar verið hvassorðaður um menningarkvoturnar.
Páll á Reynatúgvu skrivar á Facebook í morgun, at hann heldur at sín kritikkur hevur verið sakligur og erligur.
- Hvør kann vísa aftur at avgreiðslan av menningarkvotunum hevur verið óvanliga drúgv, serliga havandi í huga, at hon bert er eitt eftirlit av einum arbeiði, hjá einari nevnd. Tíanverri er tilgongdin ein endurtøka av støðuni í fjør, og hetta er ikki ein avgreiðslutíð, ið vit kunnu bjóða okkara vinnu, skrivar løgtingsformaðurin.
Hann vísir á, at í Føroyum og í Tjóðveldi hava vit loyvi at finnast at, hvussu vit politikkarar umsita tað vald, ið vit hava fingið frá fólkinum. Í so máta er eingin hevjaður. Hvørki løgtingsformaðurin, ella fiskimálaráðharrin.
Løgtinsformaðurin sigur eisini, at tað er uppgávan hjá sínum flokki at savna fólk um tjóðina og saman at byggja land. Tí kann hann heldur ikki standa tigandi, um okkurt er, ið spjaðir heldur enn savnar, og sum als ikki byggir land.
- Eg havi, sum løgtingsformaður, havt úr at gera við at halda saman upp á Løgtingið, halda saman uppá samgonguna, men eg havi sagt frá um mína ónøgd á røttum stað og ofta, tað kann formaðurin uttan iva eisini vátta. Men tá tað ikki verður lurta, kann verða neyðugt at siga tað alment.
Páll á Reynatúgvu sigur, at verðuur hugt eftir nýskipanini, so fóru 75% beint aftur til teir sum høvdu loyvini frammanundan. 15% seld á uppboðssølu, har tann nýggi aktørurin hevur lítlan og ongan møguleika.
- So eru 10% eftir av tilfeinginum, sum blivu til menningarkvotur. Um tey ikki kunnu enda sum arbeiði, har størsti tørvurin er á arbeiði, so havi eg misskilt okkurt, ella tænir nýskipanin ikki sínum endamáli.
- At loyvini til Sandoynna vóru somikið stutt, at tey ikki geva grundarlag fyri umlegging av virkseminum til uppisjóarfisk, ger bara støðuna uppaftur meira absurda.
Páll á Reynatúgvu undrast á hví Sandoyggin fekk molarnar, hóast hon leyk øll grundkrøvini, og átti at verið lyft vinnuliga, eins og í Vágum, Norðstreymi, og í Suðri, er ein ógvuliga rímiligur og sakligur kritikkur. Og hví man bert gevur eitt ára loyvir, tá íløgurnar, ið umlegging til uppisjóvarfisk krevja longri loyvir, er eisini ein sakligur kritikkur.
Hann sigur eisini, at hann altíð hevur verið ein viðleikari á liðnum, men eisini ein mótvekt hjá Høgna. Men eg eri ikki ein blindur stuðul, og eg gevi formanninum mótspæl tá hann hevur tað fyri neyðini. Og tá flokkurin hevur tað fyri neyðini.
- Tað standi eg við. Eisini um boðskapurin er illa lýddur, skrivar løgtingsformaðurin at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald