
Jóhanna Norðberg Niclasen – við pallnavninum Sissal - skal leygarkvøldið standa á stóra pallinum í Jyske Bank Boxen í Herning. Við "Hallucination" skal havnarkvinnan royna at sannføra dómsnevnd og hyggjarar um, at hon verður besta umboðið hjá Danmark til Eurovision í mai.
Sí eisini: Leygardagurin verður stóri dagurin hjá Sissal
Í samrøðu við Portalin slær Jóhanna fast, at hon hugsar nógv um, at hon umboðar Føroyar og føroyskan tónleik til Melodi Grand Prix. Hon fer helst heldur ikki at kenna seg serliga einsamalla á stóra pallinum.
Songkvinnan greiðir frá, at har verða eini 35 fólk og stuðla henni í miðjútska býnum. 25 teirra koma úr Føroyum
- Eg havi ikki so stóra familja men øll mín tættasta familja kemur úr Føroyum, umframt vinkonur. Og so koma vinfólk, sum búgva í Danmark, eisini.
Tað eru eisini nógv, sum Jóhanna Norðberg Niclasen kennir minni væl, sum vísa sín stuðul í hesum døgum. Hetta fegnast hon nógv um:
- Eg havi fingið heilt nógv fitt boð úr Føroyum og góðar afturmeldingar seinastu tíðina. Tað eru nógv sum hava verið so stuðlandi, og tað vísur bara at føroyingar elska væl at standa saman og vera errin av at vera umboðaði.
Sangurin hjá Sissal, sum hon avgjørt heldur kann vera ein vinnarasangur
Í samrøðuni staðfestir 30-ára gamla sogkvinnan og sangskrivarin, at tónleikastigi hjá føroyingum sum heild er høgt.
- Eg vil sjávandi ikki, at tey bara atkvøða fyri mær, tí eg eri føroyingur, sigur hon flennandi.
Til ber tó at atkvøða fyri føroyska umboðnum í appini DR Grand Prix einaferð um dagin til og við í morgin, fríggjadagin (7. Sissal - 'Hallucination' - Send HAL til 1212)
Til stóra showið leygardagin ber eisini til at atkvøða við sms til 1212. Við sms krevst, at tú hevur pengar á tínum nummari. Hetta kann gerast umvegis sjálvavgreiðslurnar hjá Føroya Tele og Nema.
Til ber at hoyra alla ljóðsamrøðuna við Sissal Jóhannu Norðberg Niclasen HER
--
Danskt Melodi Grand Prix 2025 verður leygarkvøldið 1. mars. Portalurin verður á staðnum í Herning, og vit fylgja gongdini hjá Sissal og øllum rundanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald