
Tað nærkast av álvara til stóra kvøldið í stóra "kassanum" í Herning. Talan verður um enn eitt Melodi Grand Prix við føroyskari luttøku, og er Jóhanna Norðberg Niclasen favorittur hjá veddingarfyritøkunum.
Sí eisini: Føroyska umboðið roynir at lata vera at hugsa um favorittleiklutin
Hennara fyrsta navn er Sissal, og tað nýtir havnarkvinnan eisini sum pallnavn. Hon er í dag farin til Herning úr Keypmannhavn, har hon til dagliga býr á Oyrasundskolleginum og lesur til lærara.
Seinasta hond skal leggjast á fyrireikingarnar, og leygardagin verður stóri dagurin. Sissal skal til aðalroynd og tosa við fjølmiðlar seinnapart. Hendan aðalroyndin kann fáa stóran týdning, tí dómsnevndin, ið telur fyri 50 prosenst av atkvøðunum, metir eisini út frá royndini.
Leygarkvøldið 1. mars verður føroyska songkvinnan tann sjeynda av teimum átta luttakarunum, sum fer á pallin at framføra í stóru Jyske Bank Boxen.
Eydnast at eftir vild so skal Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen til Eurovision í Sveis í man. Tað er tó, sum hon vísir á nógv sum skal ganga upp leygarkvøldið.
Hoyr longri samrøðu við Sissal her: - Hetta kann vera ein vinnarasangur
Til ber longu nú at atkvøða í appini DR Grand Prix einaferð um dagin til og við fríggjadagin. Til stóra showið leygardagin ber eisini til at atkvøða við sms til 1212
Les meira her: Nú ber til at atkvøða
--
Danskt Melodi Grand Prix 2025 verður leygarkvøldið 1. mars. Portalurin verður á staðnum í Herning, og vit fylgja gongdini hjá Sissal og øllum rundanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald