Uttanlands

- Eg havi ongantíð gjørt meg inn á nakran

Tað sigur Brett Kavanaugh, ið er tilnevndur til hægstarættardómara, í samrøðu við Fox News

Skiggjamynd (Fox News)

Skiggjamynd (Fox News)

2018-09-25 08:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir Brett Kavanaugh, sum Donald Trump hevur tilnevnt til hægstarættardómara, verður ákærdur fyri at hava framt kynsligan ágang móti tveimum kvinnum, kemur hann nú við sínari egnu frágreiðing.

Brett Kavanaugh og konan, Ashley gjørdu samrøðu við Fox News, sum varð víst í nátt.

Tað er rættiliga óvanligt at ein, sum er tilnevndur til hægstarættardómara ger eina samrøðu í miðlunum. Líknandi samrøður hevur mann ikki sæð tey seinastu 100 árini, skrivar DR.

Tá Kavanaugh varð spurdur um ákærurnar, svaraði hann, at hann altíð hevur víst virðing fyri kvinnum, og at hann ongantíð hevur gjørt seg inn á nakran.

Sambært Kavanaugh hevði hann yvirhøvur ikki kynsligt samband við nøkrum fyrr enn langt aftaná, at hann var liðugur í miðnámsskúla.

Brett Kavanaugh sigur, at tað er væl møguligt at kvinnurnar hava verið fyri kynsligum ágangi, men at hann ikki hevur framt nakran ágang.

Brett Kavanaugh og konan greiða frá, hvussu hart hetta málið hevur rakt familju teirra, men Kavanaugh ætlar ikki at lata hetta forða honum í at gerast hægstarættardómari.

Ashley Kavanaugh ger greitt, at hon hevur fult álit á mann sín.

"Hetta samsvarar ikki við, hvussu Brett er," sigur hon.

Bæði Brett Kavanaugh og Christine Blasey Ford, sum ákærdi hann fyri at hava framt kynsligan ágang í einum ungdómsballi, tá hon var 15 ár og hann 17, hava játtað at koma til eina hoyring í senatinum hósdagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder