Innanlands

- Ein bumba undir virksemið hjá TG Seafood

Virkið í Hvalba hevur fingið eina ”álvarsliga átalu” og sleppur at halda fram at virka burturav menningarkvotuni

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2018-11-16 09:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað kom datt við hjá TG Seafood í Hvalba, tá Fiskimálaráðið sendi tveimum verkætlanum í Suðuroynni (Delta Seafood og Steintór/TG Fish) ætlanarskriv um at taka menningarkvotuna aftur orsaka av, at so at siga øll sildakvotan, sum varð tillutað at virkast í Suðuroynni, er landað til Pelagos í Fuglafirði, og sostatt ikki brúkt, sum ætlað til at menna ávís lokaløki.

Les eisini: Halda ikki treytirnar fyri menningarkvotur 

Í einum aftursvari til Fiskimálaráðið, greiðir Magnus Jespersen frá TG Seafood frá, hvat hent er síðani menningarkvoturnar vórðu tillutaðar.

Hann greiðir frá, at tey ikki hava havt møguleika at virka sildina í Suðuroynni, og at tey høvdu fingið ta fatan, at tað ikki fór at fáa avleiðingar, at sildin, sum ”mátti fiskast”, varð landað aðrastaðni.

Grundarlagið hjá virkinum
Orsøkin er, at virkið í Vestmanna ikki hevði møguleika at taka ímóti sildini, at tað var long bíðirøð til uppsjóvarvirkið á Tvøroyri og at ein kundi, ið skuldi avtaka saltaða sild, ”leyp frá avtaluni”.

Magnus Jespersen greiðir frá, at allur makrelurin, hinvegin, er virkaður á virkinum hjá TG Seafood í Hvalba, og at hetta hevur verið til stórt gagn fyri virkið og tey 65 starvsfólkini har, nú upsin, ið annars er grundarlagið hjá virkinum ”hevur svikið so dyggiliga”.

Magnus Jepsersen skrivar millum annað soleiðis í brævinum til Fiskimálaráðið 9. november:

- Kann nevna, at seinastu viku hevur virkið framleitt 144 tons av makreli og 20 tons av sild (frá menningarkvotum) og einans 31 tons av upsa, og hetta hevur verið myndin seinastu 2 mánaðirnar, tí er lívsneyðugt at virkið fær alla tillutaðu manningarkvotuna hjá Delta Seafood og Steintór/TG Fish, alt annað verður ein katastrofa fyri virkið og bygdarsamfelagið í Suðuroyar norðaru helvt.

Álvarslig ávaring
Aftursvarið frá TG Seafood hevur eftirfylgjandi ført til, at afturkallingin av menningarkvotuni er broytt til eina ”álvarsliga ávaring, tí staðfest er í hoyringarskrivinum, at frameftir verður øll makrelkvotan gagnnýtt samsvarandi verkætlanini”, sum Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum skrivar í svarinum.

Norðlýsið hevur almannakunngjørt skjølini í málinum, sum Fiskimálaráðið hevur givið miðlunum innlit í. Tey síggjast her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder