Uttanlands

- Ein nýggj fólkaatkvøða um Brexit hevði verið grovt svik móti fólkaræðinum

Tað skrivar Theresa May í grein í bretska dagblaðnum, The Telegraph

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2018-09-02 13:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í einari grein í bretska dagblaðnum, The Telegraph, ger bretski forsetisráðharrin, Theresa May greitt, at bretar ikki skulu á fólkaatkvøðu um endaligu avtaluna um Brexit.

"Á summri í 2016 fóru milliónir av veljarum út at greiða atkvøðu. Hjá nógvum av teimum var tað fyrstu ferð í fleiri ár, at tey høvdu álit á, at atkvøða teirra fór at telja við, at tey fóru at verða hoyrd eftir at hava kent seg ignorerað í fleiri ár. At spyrja enn eina ferð hevði verið grovt svik móti fólkaræðinum," skrivar Theresa May.

Boðini frá Theresa May koma fáar dagar fyri, at bretska parlamentið kemur aftur úr summarfrí, og umleið ein mánað fyri landsfundin hjá konservativa stjórnarflokkinum, sum byrjar 30. september, skrivar TV2.

Rørslan "People's Vote" hevur arbeitt í loyndum við at fáa parlamentslimir at leggja eitt uppskot fyri landsfundin hjá andstøðuflokkinum, Labour, ið verður um tríggjar vikur í Liverpool.

Uppskotið skal binda Labour til at taka undir við einari fólkaatkvøðu um eina endaliga avtalu við ES, tá Brexit er veruleiki.

Skjalið, ið er komið undan kavi, vísir, at tey, ið velja Labour, vilja hava eina nýggja fólkaatkvøðu um framtíð Bretlands innan fyri ella uttan fyri ES.

Men alment siga bæði konservativi stjórnarflokkurin og Labour, at teir virða úrslitið av fólkaatkvøðuni.

52 prosent atkvøddu í 2016 fyri, at Bretland skal taka seg burtur úr ES.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder