Innanlands

- Ein vellandi kelda av kunnleika og ein fyrimynd

Minningarorð um Jeffrei Henriksen

2018-12-03 08:02 Author image
Innsent
placeholder

Tað var rembingarárið, 1968, at vit – tríggir unglingar úr 4. flokki Læraraskúlans – komu í starvslæru í føroyskum inn í ein 1. real á nýggja Venjingarskúlanum á Frælsinum. Skúlabørnini vóru um 14 ára aldur.

Fyrstu tímarnar eygleiddu vit, og vit sótu steinbýttir, so væl hesi ungu dugdu føroysku mállæruna, ja, tey bestu teirra dugdu so nógv betur enn vit, sum høvdu gingið sjey ár í fólkaskúla, fýra ár í millumskúla og eitt ár í realflokki. Umframt høvdu vit gingið í fyrireikingarflokki Læraraskúlans, og nú høvdu vit – um 22 ára gamlir – sett á okkara fjórða og seinasta ár í læraraútbúgvingini.

Ein høvuðsorsøkin til, at børnini vóru so hugagóð og dugdu so væl, var maðurin, ið stundum stóð við talvuna og greiddi frá, stundum sat aftastur í skúlahølinum og spurdi greiðar, stuttar og beinraknar spurningar.

Hesin lærarin æt Jeffrei Henriksen og var tá 38 ára gamal.

Hann var føddur í Sørvági í 1930. Foreldur hansara vóru Josefina, f. Johansen úr Sørvági og Jóhan Jákup Henriksen úr Gásadali. Jeffrei giftist við Kirstini, f. Jensen av Strondum, og tey fingu døturnar Elina og Hervør.

Jeffrei var næmingur á Føroya Fólkaháskúla veturin 1945-46, hann tók læraraprógv í 1950, var lærari í Bø og Gásadali 1950-55, á Eiði 1955-60, í Tórshavnar kommunuskúla 1960-68, og hetta umrødda summarið, í 1968, var hann settur sum stjóri á nýstovnaða venjingarskúla Læraraskúlans, og hann røkti hetta starvið til 1981, tá ið hann varð settur sum lektari á Læraraskúlanum, har hann hevði havt nakrar fáar vikutímar árini frá 1968. Starvið á Læraraskúlanum røkti hann, til hann legði frá sær í 1995.

Í 1970 kom eg sjálvur í starv á Venjingarskúlanum.

At arbeiða við honum sum stjóra hesi fyrstu árini á Venjingarskúlanum var sum ein opinbering. Brotið varð við gamla vanahugsan og nýggjar gøtur tráddar. Hann var góður stjóri, sum altíð setti álit fram um eftirlit, ein vellandi kelda av kunnleika og ein fyrimynd: arbeiðssamur, greiður og rúmur, tá ið kom til nýggj rák.

Nógvar av teimum hugsanum, hann gjørdi sær um skúlaskap, eru savnaðar í bókini ”Uppaling og skúlaskapur”.

Hann legði eisini stóran dent á trivnaðin.

Hugnaligur var altíð seinasti skúladagur, tá ið alt skúlayrki var frá hondini, og tey bæði Jeffrei og Kirstin buðu øllum starvsliðnum heim til sín í Heiðaskákinum. Og tá var góður vertsskapur, og vit tóku saman, og dansurin gekk so lystiliga.

Latínska orðið amo merkir eg elski ella mær dámar. Úr tí er runnið orðið amatørur, sum ofta verður brúkt í niðrandi merking, men tað merkir bara ein, ið yndar tað, hann ella hon fæst við. Vit kunnu siga, at Jeffrei tók sær ikki stundir at taka ta stóru akademisku útbúgvingina, sum hann hevði evnir at taka í eini handarvending, men hann tók tó exam.art. prógv í norðurlendskum serliga føroyskum máli og bókmentum eftir tvey ára lestur – í 1982.

Og ongum – er hann enn bachelorur, meistari, ph.d., ella doktari í málfrøði – hevði runnið til hugs, at nevnt Jeffrei amatør í neiligari merking, tí øll ásanna, at helst var eingin á hesum granskingarøkinum, sum hevði so holla vitan sum júst hann.

Ungur sló hann gluggarnar frá, og sum fáur annar fylgdi hann við á tí granskingarøki, sum nevnt verður almenn málfrøði. Øll tey, sum fáast við føroyskt mál, vita um hansara avrik, og millum fremstu málfrøðingar, ið fingist hava við føroyskt – nógvir teirra útlendingar - var hann hátt í metum. Og hann umboðaði Móðurmálslærarafelagið í Málnevndini drúgt áramál.

Forlagið ”Sprotin” gav í 2007 út bókina ”Uppaling og skúlaskapur”. Í 2010 kom út stórverk hansara: ”Málsligar rannsóknir, greinir og hugleiðingar”, og sama forlag gav í 2011 út ”Orðalagslæru”, sum er eitt slóðbrótandi verk. Umframt skrivaði Jeffrei fleiri undirvísingarbøkur til fólkaskúlan.

Árini frá 1981 til 1995 høvdu vit í felag ábyrgdina av frálæruni í føroyskum á Læraraskúlanum. Hann var góður samstarvsmaður og altíð hollur í ráðum. Tá stovnaðu vit á skúlanum dansifelagið ”Grana” og fóru dansiferðir um landið. Jeffrei skipaði eisini fyri barnadansi í Havn.

Jeffrei Henriksen, legði eyguni saman á seinasta sinni tann 27. november 2018.

Sum hann royndist okkum trimum læraraskúlanæmingum lýsandi fyrimynd – tá í 1968 – fer minnið um Jeffrei at standa sum ein óvikandi klettur, tá ið kemur til at lýsa skúlaskap og serliga móðurmálsundirvísing her á landi.

Vit lýsa frið yvir minnið um ein góðan vin, ein merkismann, sum veruliga dugnaði tjóð okkara og føroyskum máli.

Árni Dahl

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder