Uttanlands

– Einki kríggj millum Russland og Ukraina

Tað, sum gongur fyri seg, er ikki kríggj, sigur ungarski forsætisráðharrin

Viktor Orbán, forsætisráðharri í Ungarn (Mynd: EPA)

Viktor Orbán, forsætisráðharri í Ungarn (Mynd: EPA)

2023-12-22 13:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ungarski forsætisráðharrin Viktor Orbán setur spurnartekin við, hvørt tað, sum gongur fyri seg í Ukraina er eitt kríggj millum Ukraina og Russland.

Orbán brúkar orðingina "hernaðarlig atgerð", sum í Russlandi eisini hevur verið brúkt um innrásina.

– Har hava ikki verið krígsboð millum tey bæði londini. Tá Russland kemur við krígsboðum, so er kríggj, segði hann, tá hann herfyri varð spurdur um, hví hann í samrøðu við Putin ikki brúkti orðið "kríggj" um støðuna.

Orbán og Putin hittust í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing í oktober.

Orbán leggur afturat, sambært Ritzau, at mann eigur at fegnast um, at "har ikki er eitt kríggj".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder