Tá mann er vorðin frískur eftir at hava havt COVID-19, er mann so mótstøðuførur móti sjúkuni?
Hetta er ein spurningur, sum hevur verið settur ofta.
Summar sjúkur kann ein bert fáa eina ferð í lívinum, meðan aðrar sjúkur kunnu koma aftur nøkur ár seinni. Sambært heimsheilsustovninum WHO, er enn einki prógv um, at fólk, sum eru vorðin frísk eftir at hava havt COVID-19, nú eru mótstøðufør.
– Í løtuni hava vit einki prógv um, at ein andevniskanning kann vísa, um fólk eru mótstøðufør móti koronasmittuni, sigur Maria Van Karkhove, farsóttarfrøðingur hjá WHO. Hon ávarar um, at hóast fólk kunnu hava ment andevni, eftir at tey eru vorðin frísk, merkir tað ikki, at tey eru mótstøðufør.
Hendan ávaringin kemur, eftir at fleiri lond eru farin at keypa útgerð til at kanna, um fólk hava andevni móti COVID-19 í blóðinum.
Í vikuni boðaði WHO eisini frá, sambært Ritzau, at tað ikki eru øll, sum eru vorðin frísk eftir at hava havt COVID-19, sum hava ment andevni.
Sambært kanningum í Shanghai, hevur mann hjá summum sjúklingum ikki sæð nøkur andevni, meðan mann hjá øðrum hevur sæð eina høga nøgd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald