Úrslitið av miðskeiðisvalinum í USA týsdagin er eitt søguliga stórt afturstig, sigur amerikanski forsetin Donald Trump.
Á valinum megnaðu Demokratarnir at fáa meirilutan í bæði Umboðsmannatinginum og Senatinum, har Republikanarar annars hava havt meirilutan seinastu árini.
– Men óttist ikki, vit koma aftur, størri og sterkari enn nakrantíð, skrivar Trump á Truth Social.
Amerikanski forsetin hevur sagt, at hann góðtekur úrslitið av valinum, og at hann er sannførdur um, at kríggið í Iran var orsøkin til republikanska ósigurin.
Les eisini: – Kríggið í Iran var orsøkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald