Innanlands

- ES-reglur seta føroyska lóg til viks

Tað sæst í svari frá danska samferðslumálaráðharranum til Magna Arge, fólkatingsmann

Nýggja politistøðin í Havn (Mynd: Bygningsstyrelsen)

Nýggja politistøðin í Havn (Mynd: Bygningsstyrelsen)

2018-10-29 17:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sambært danska ráðharranum fyri samferðslu, Ole Birk Olesen, verður føroysk lóggáva sett til viks, tá danski staturin stendur fyri byggingum í Føroyum, tí Danmark hevur skyldu til at halda seg til ES-lóggávu fram um galdandi føroyska lóg.

Hetta sæst í svari frá Ole Birk Olesen til Magna Arge, fólkatingsmann. Magni Arge spurdi, um tað ikki var skilabetri at bjóða út arbeiðið at umbyggja nýggju politistøðina í Havn eftir føroyskari lóg og reglum.

- Var eg bilsin, tá Bygningsstyrelsen gjørdi av at bjóða út eftir ES-reglum heldur enn føroyskum reglum, so haldi eg hetta svarið vera uppaftur meira kløkkandi. Tí hetta merkir, at ES-lóggáva sníkir seg inn í Føroyum gjøgnum einar danskar bakdyr, hóast vit hava samtykt egnar lógir og reglur í Føroyum, sigur Magni Arge í tíðindaskrivi.

- Hetta er ein púra skeiv gongd, tí sjálvandi skal virksemið í Føroyum fylgja føroyskari lóggávu, leggur hann aftrat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder