- Fremmandafólk, sum leiga bilar í Føroyum eiga at verða væl og virðiliga kunnað um, hvussu koyrast skal í teimum smáu tunnlunum, eitt nú tunnlunum norður um Fjall.
Tað er niðurstøðan hjá Rúna Christiansen, sum í lesarabrævi í dag greiðir frá eini hending, sum kundi endað ógvuliga gali, júst tí at bilførarin ikki visti, hvussu koyrast skal í tunnlunum við bert einari koyribreyt.
Rúni Christiansen kom kórandi suðureftir, tá hann fyri framman sær, at ein mótkoyrandi bilur koyrir inn í eitt av víkiplássunum, hóast tað ikki er hann, sum eigur víkiskylduna. Nakað aftan fyri kemur aftur ein mótkoyrandi bilur, og Rúni, sum eigur víkiskylduna, vendir inn í eitt víkipláss fyri at halda av. Tað vísir seg at vera sama pláss, sum hin fyrri bilurin bíðar á.
Tá bilurin er farin framvið, ætlar fremmandamaðurin at koyra víðari uttan at ansa eftir, at ein bilur afturat kemur koyrandi. Rúni fekk støðga fremmandamanninum við at floyta.
- Fylgjurnar av, um hesin bilur hevði rakt ein lítlan bil vid 80 km/t, tað er best at man ikki hugsar tankan lidnan, skrivar Rúni Christiansen.
Lesarabrævið sæst á lesarin.fo
Júst trupulleikin við ferðafólki í ferðsluni er eitt av økjunum, sum serligt fokus varður sett á í ferðslutrygdarætlanini, sum varð handað landsstýrismanninum við samferðslumálum í síðstu viku.
Les eisini: Nýggj mál setast fyriat halda nullhugsjónina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald