Innanlands

Fleiri tvingsilstilburðir og long tíð at avgreiða klagur á Psykiatriska deplinum

Frá 2017 til 2018 eru tvingsil í psykiatriini í Føroyum vaksið nærum 50%

Tilvildarlig mynd

Tilvildarlig mynd

2019-04-08 14:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kærustovnur Føroya hevur givið ársfrágreiðing fyri 2018 út, sum eisini inniheldur frágreiðing um klagur til Psykiatrisku sjúklingakærunevndina. Sinnisbati vil við hesum skrivi vísa á, at felagið harmast um umstøðurnar viðvíkjandi tvingsli í psykiatriini, sum Kærustovnurin herí viðger.

Tekur langa tíð at avgreiða klagur á Psykiatriska deplinum 
Tey, ið eru innløgd á Psykiatriska deplinum og hava verið fyri tvingsli, kunnu klaga málið til Psykiatrisku klagunevndina. Klagan verður latin inn á Psykiatriska deplinum, og saman við læknaváttan og øðrum skjølum, skal Psykiatriski depilin lata Psykiatrisku sjúklingakærunevndini hetta. Tá Psykiatriska sjúklingakærunevndin hevur fingið klaguna um hendi, hevur hon í summum førum 7 og øðrum førum 14 dagar at viðgera klaguna. Í frágreiðingini hjá Klagunevndini verður víst á, at skotbráið er so stutt, tí tvingsil er ein álvarsom frælsistøka. Tí skal gerast skjótt av.

Men tað vísir seg, at í fleiri málum hevur tað tikið millum 21 og 57 dagar, áðrenn Psykiatiska sjúklingakærunnevdin hevur móttikið klaguna frá Psykiatriska deplinum. Tá psykiatriska sjúklingakærunevndin skal gera so skjótt av at viðgera málið, nyttar ikki, at tað gongur so long tíð frá at klaga er innlatin á Psykiatriska deplinum til hon er Psykiatrisku sjúklingakærunevndini í hendi.

Kærustovnur Føroya heitir tí á Psykiatriska depilin um at broyta mannagongdirnar, so avgreiðslurnar av klagunum verður skjótari. Sinnisbati tekur undir við hesi áheitan.

Fleiri fyri tvingsli
Í ársfrágreiðingini verður eisini víst á tvingsilsvirksemið á Psykiatriska deplinum í 2018. Tað vísir seg, at alsamt fleiri psykiatriskir sjúklingar uppliva tvingsilsinntriv. Frá 2017 til 2018 eru tvingsil í psykiatriini í Føroyum vaksið nærum 50%. Frá 57 tilburðum Í 2017 til 85 tilburðir í 2018 – tað eru 28 fleiri tilburðir. Í Sinnisbata harmast vit gongdina og spyrja, hvussu tað ber til, at tølini eru vaskin so nógv upp á eitt ár.

Fleiri ferðir áður - seinast í 2017 - hevur Sinnisbati víst á, at felagið ikki metir tað vera virðiligt við fastspenningum og tvingsilsinntrivum av slíkum slagi. Í Sinnisbata óttast vit, at hetta er ein fíggjarligur spurningur, og at arbeiðsorkan ikki røkkur til eina virðiliga viðgerð av psykiatrisku sjúklingunum. Hjá menniskjum, sum frammanundan er sperd, kann slík viðferð vera skaðandi
og kennast sum eitt niðurlag á leiðini í at finna fótafesti aftur í egnum lívi.

Sinnisbati mælir tí til, at Heilsu- og innlendismálaráðið setur kanning í verk, sum skal staðfesta orsøkirnar til vaksandi tvingslisinntrivini í føroysku psykiatriini, so gongdin verður vend.

- Sinnisbati

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder