Innanlands

- Fólkini eru komin út úr húsunum

Fólk vóru inni í húsunum í Klaksvík, sum eldur er í, sigur vakthavandi á løgreglustøðini

2018-09-25 18:13 Author image
Oda Strøm
placeholder

Fyri hálvum tíma síðan fekk løgreglan fráboðan um eldsbruna í Kommunubrekku 8 í Klaksvík.

- Eingin er inni í húsunum, og tey sum vóru, eru fingin út, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Løgreglan sigur, at sløkkiliðsfólk eru fult í gongd við at sløkkja eldin.

- Sløkkiliðið er farið inn og roykkavarar, so tað má taka sína tíð. Meira veit eg ikki í verandi løtu, sigur vakthavandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder