Er tað einum manni at takka fyri, at Føroyar í dag kunnu breggja sær av at eiga ein heilan triðing av formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum, saman við Grønlandi og Danmark, so skal tøkkin nokk sendast til eina skrivstovu á Bryggjubakka í Havn.
Í hølunum sum einaferð húsaðu Úvarpi Føroya situr 66 ára gamli Ásmundur Guðjónsson, sum hevur drúgvar royndir innan norðurlendskt samstarv.
Her røkir hann starvið sum stjóri fyri einasta norðurlendska stovnin – umframt Norðurlandahúsið – sum hevur bústað í Føroyum, nevniliga Norðurlendska Atlantssamstarvið, NORA.
Sum norrønur embætismaður í Tórshavn hevur Ásmundur kunnað skoðað føroyska altjóða innsatsin frá síðulinjuni, so at siga, og hevur út frá hesum royndum valt sjálvur at taka stig til at økja um føroyska leiklutin í altjóða og serliga norðurlendskum høpi.
Skal skapa samstarv
Men fyrst eitt sindur um NORA og hvat tað er, sum hesin, í almenninginum so stillføri norðurlendski stovnurin tekst við.
Upprunin til norðuratlantssamstarvið spratt í áttatiárunum, tá tað hendi okkurt slag av politiskari veking fyri at gera londini í útnorði meira sjónlig. Við norðurlendskum hugsjónarmonnum, sum føroyska Erlendi Patursson og Tummasi Arabo og tá blaðunga íslendska Steingrími Sigfússyni, á odda vórðu stig tikin til at stimbra samstarvið millum londini í útnorði. Tað fyrsta stigið var at stovnseta ”vestnordensamarbejdet” – seinni NORA – við skrivstovu í Føroyum, og síðani at seta á stovn parlamentariskt samstarv, ið gjørdist til Útnorðurráðið. Eisini varð Útnorðurgrunnurin settur á stovn at fíggja mennandi ætlanum í útnorði.
”Vestnordensamarbejdet” broyttist í 1996 tá Noreg kom uppí, og broyttist til NORA og fevndi nú um alt Norðuratlantshav. Fyrsti stjóri í NORA var Kjartan Hoydal.
- Endamálið hjá NORA er at skapa samstarv millum fyritøkur, almennar stovnar og einstaklingar í Norðurhøvum. Fáa fólk við góðum hugskotum og tankum til at netverka fyri at royna tankar, sum kunnu gerast til nakað gagnligt og spennandi, greiðir Ásmundur Guðjónsson frá.
- Vit stuðla umleið 10 nýggjum verkætlanum ella meira um árið. Men í lítlum skala, ongantíð meira enn 500.000 krónur um árið í hægst trý ár, oftast minni upphæddum
Føroyska taraalifelagið Ocean Rainforest fekk herfyri stóra viðurkenning, tá altjóða grunnurin, World Wildlife Fond, WWF, valdi at gerast stóreigari í felagnum. Ocean Rainforest byggir á royndir, sum upprunaliga vórðu stuðlaðar av NORA (Mynd: Harald Bjørgvin)
Sólskinssøgur
Sigast kann, at NORA arbeiðir við at seta niður spírar, sum kanska koma seg, kanska ikki koma seg. Av góðum grundum, sæst ikki fyrr enn nógv ár seinni, um spírin ber frukt.
- Tað er sjálvandi nógv projekt, sum ikki blíva til nakað. Vit fáa altíð eina afturmelding, sum sigur, hvat úrslitið er blivið av royndunum, og tað kemur fyri, at onki er komið burturúr, ásannar Ásmundur Guðjónsson.
Men NORA hevur kortini nógvar sólskinssøgur at vísa á.
Eitt nú er íslendska fyritøkan Marorka, sum í dag er millum heimsins førandi, tá tað kemur til at trimma skip, so at sum mest fæst burtur úr brennievninum, sum verður brúkt. Hetta byrjaði sum ein NORA-verkætlan.
Høvdavirkið í Leirvík í Leirvík hevur eisini sín uppruna í eini NORA-verkætlan og á sama hátt átti NORA part í vøgguni hjá taraalifelagnum Ocean Rainforest, ið herfyri fekk álitisváttan frá altjóða felagsskapinum WWF, World Wildlife Fund, ið hevur valt at gerast stórpartaeigari í føroyska felagnum.
- NORA hevur ongan ognarskap í hesum fyritøkum. Vit kunnu bara fortelja, at vit hava verið við til at stuðla nakrar av royndunum ella verkætlanunum, sum førdu til, at hesar fyritøkur kundu gerast veruleiki, greiðir Ásmundur Guðjónsson frá.
Nú Norðuratlantssamstarv nærkast teimum 25 árunum sum stovnur, er ætlanin júst at savna nakrar av teimum bestu søgunum fyri betur at kunna greiða frá, hvørja ávirkan NORA hevur havt í menningini av londunum í Norðurhøvum.
- Tað eru narrativini – frásøgnirnar – sum er okkara uppsparing. Vit eiga ikki pengar ella kapital í fyritøkunum, vit eiga bara ein part av søgunum hjá hesum fyritøkum, sigur Ásmundur Guðjónsson.
Úr fiskimálaráðnum til ráðharraráðið
Ásmundur Guðjónsson er klaksvíkingur, útbúgvin í lívfrøði frá Keypmannahavnar unitersiteti í 1984.
Heilt stórur partur av hansara virkna lívi síðan er brúkt í norðurlendskum samstarvi. Fyrst á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, har hann fekk ábyrgdina av fiskivinnuøkinum, eitt nú løggilding og at seta krøv til góðsku og reinføri á flakavirkjunum. Seinni fekk hann eisini ábyrgdina av at Føroyar kundu verða góðkendar sum triðjaland hjá ES.
Síðan gekk leiðin til Fiskimálaráðið til eina trý ára verkætlan at fáa í lag føroyska gransking innan fiskivinnuna. Tað er millum annað skipanin, sum virkar tann dag undir heitinum heitinum ’Vinnuligar Fiskivinnuroyndir’, sum ein annar royndur maður innan økið, Jákup Mørkøre, nú tekur sær av.
Úr Fiskimálaráðnum flutti Ásmundur Guðjónsson í 2004 niður til Keypmannahavn, har hann fekk starv sum ráðgevi hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Hansara uppgáva var at ráðgeva innan fiskivinnu og knýta saman norðurlendsku fiskivinnuumsitingarnar.
Við átta ára royndum innan norðurlendsku umsitingina, kom hann í 2012 aftur til Føroya, har hann aftur fekk starv sum ráðgevi á Fiskimálaráðnum til hann í 2015 tók við sum stjóri í NORA.
(Mynd: Sverri Egholm)
Møguleikar í Álandsskjalinum
Sum føroyskur embætismaður innan norrøna umsiting í Keypmannahavn, hevði Ásmundur Guðjónsson hug at undrast yvir, at Føroyar ikki spæla ein størri leiklut í norðurlendskum politikki.
Eitt nú, tá tað snýr seg um formansskapin í ráðharraráðnum, sum gongur á skift hvørt ár millum tey fimm stóru norðurlondini.
- Undan danska formansskapinum í 2010 fór eg at arbeiða spakuliga við at kanna, um Føroyar kundu fáa ein størri leiklut í formansskapinum. Álandsskjalið varð kannað út í æsir. Hetta er eitt skjal frá 2007, sum gevur smátjóðunum í Norðurlandaráðnum – tey, ið verða kallað ’selvstyrende områder’ – størri rásarúmd.
- Álandsskjalið gevur jú okkum møguleika at taka formansskapin í bæði ráðharraráðum og embætisfólkabólkum. Í tøttum samskifti við starvsfelagar í Føroyum, serliga Rógva Reinert, aðalstjóra í Fiskimálaráðnum, eydnaðist tað okkum tá at fáa formansskapin í embætisbólkinum, sum arbeiðir við fiskivinnu, greiðir Ásmundur Guðjónsson frá.
Pelagiska komplexið í fokus
Hetta árið var eisini ein áhugaverd ráðstevna hildin í Norðurlandahúsinum, ”The Pelagic Complex”, sum var ógvuliga aktuelt og viðkomandi tá. Hjalti í Jákupsstovu stóð á odda fyri hesi ráðstevnu.
- Tað var eitt sindur tilvildarligt, hvussu tað kom í lag, at Føroyar skuldu fáa formansskapin í einum embætisbólki fyri fyrstu ferð. Tórbjørn Jacobsen var fiskimálaráðharri tá, og vit høvdu avtalað, at hann skuldi tosa við danska starvssystir sína um møguleikan. Undir einum borðhaldi, hitti Tobbi Eva Kjer Hansen í gongini – tey vóru bæði á veg út á ves – og á hesum stutta teininum var avtalan gjørd. So tilvildarligt kann tað vera.
- Meðan eg var í Keypmannahavn varð skipanin broytt soleiðis, at formansskapurin í ráðharraráðnum gjørdist nógv meira umfatandi. Við formansskapinum fylgir nú eisini ein stór peningaupphædd, 45 milliónir krónur at brúka til norðurlendskar verkætlanir yvir trý ár, 15 milliónir um árið.
- Eg havi altíð hildið, at Føroyar áttu at fingið ella tikið sær part av hesum pengunum til at seta verkætlanir í gongd, sum kundu havt áhuga fyri okkum.
Tá Danmark aftur fekk formansskapin í 2015, var Ásmundur fluttur heim í Fiskimálaráðið úti við Strond, og hann hevði sett sær fyri at arbeiða fyri aftur at fáa í minsta lagi sama formanssess umframt ein part av verkætlanarpengunum, sum nú fylgdu við formansskapinum.
”Skrivaraborðsverkætlan”
- Eg ásannaði, at einki initiativ var komið frá føroyskari síðu um at fáa part av verkætlanarpengunum, og fekk at vita, at freistin at lata inn umsóknir var fylgjandi mánadag. Hetta var hósdag, so eg brúkti vikuskiftið til at orða eina umsókn.
- Skal viðganga, at talan var um eitt skrivaraborðsprojekt við føgrum orðum, men Petur Petersen, sum sat í embætisbólkinum, ið skuldu viðgera umsóknirnar tann mánadagin eftir, fekk lagt eitt gott orð inn fyri míni ætlan, sum snúði seg um at menna fiskivinnuna. Vit fingu fimm milliónir av puljuni. Við øðrum stuðlum fekk føroyska programmið tilsamans 8,2 milliónir krónur at arbeiða við tað árið.
- Hetta mítt skriviborðsprojekt gjørdist ein spennandi verkætlan undir yvirskriftini ’Growt in Blue Bio-economy’. Vit gjøgnumførdu eina spennandi ráðstevnu um bláan biobúskap í Norðurlandahúsinum í samstarvi við Nordic Marine Think Tank, og eisini eina ráðstevnu um tara.
- Vit høvdu eisini eina spennandi verkætlan, har fólk fingu møguleika at smakka tara, hetta varð gjørt á einum tiltaki í sambandi við sjómannadagin í Klaksvík, á einum tiltaki í Aarhus og einum í Nuuk.
- Í góðum samstarvi við Kate Sanderson, sum tá var sendikvinna til ES, fingu vit eisini møguleika fyri at skipa fyri einum tiltaki í Brússel um bláan tilfeingisbúskap, har Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fekk høvi til at greiða norðurlendskum sendiharrum í Brússel frá føroysku støðuni til makrel-stríðið, sum tá júst var við at hasa av. Ein sera væleydnaður fundur.
Blue Fashion og Large Ocean Nations
- Tá sjálvt formansárið var av, skuldu vit so finna útav, hvussu vit komu víðari. Ein ráðstevna í Norðurlandahúsinum hevði fleiri spennandi tilráðingar, og vit valdu at arbeiða víðari við móta og fiski. Tað bleiv til sera væleydnaðu verkætlanina Blue Fashion Challenge, har vit fingu knýtt tilfeingi úr sjónum – tað vil siga fiskaskræðu, tara og kópaskinn – at klædna- og mótaídnaðinum, sum hevur stórar umhvørvisligar avbjóðingar at dragast við.
- Vit valdu eisini at taka upp samstarv við oyggjasamfeløg kring allan heim um lívfeingisbúskap. Úrslitið gjørdist altjóða LON-samstarvið, sum stendur fyri Large Ocean Nations. Hetta var ein nýggjur máti at síggja smærri oyggjasamfeløg uppá. Í staðin fyri at líta at oyggjasamfeløgum sum smá menningarøkir, ið tørva hjálp, varð hugsað stórt, har víst var á hvussu stóran part av heimsins flatu hesi oyggjasamfelag umboða.
- Í samstarvi við FAO í Rom og Commonwealth í London fingu vit ment eitt netverk, og høvdu fyrstu LON-ráðstevnuna á Malta. Seinni var ein uppfylging á FAO-ársfundi í Rom. Eisini hava vit víst úrslitini av Blue Fashion fram nógva staðni í okkara grannalondum og heilt suður til Kenja.
- Ætlanin var, at næsta stig í hesum arbeiði skuldi vera ein LON-ráðstevna í Føroyum í 2019, men hon mátti tíverri útsetast vegna vantandi fígging. So skuldi hon vera í ár, men tað forðaði korona fyri. Vónandi eydnast tað komandi ár at koma víðari í hesum spennandi arbeiði, sigur Ásmundur Guðjónsson.
Hesar framhaldandi verkætlanirnar eru fyriskipaðar av NORA, tí Ásmundur tá hevði fingið starvið sum stjóri í NORA eftir Lars Thostrup, og avtala varð gjørd við Fiskimálaráðið um, at NORA kundi taka sær av at gjøgnumføra hesar verkætlanir.
Stjórnarleiðararnir í Føroyum, Grønlandi og Álandi sleppa ikki altíð at vera við, tá norðurlendsku forsætisráðharrarnir fundast. Kanska skuldu londini bjóða seg fram til at tikið formansskapin í felag. Myndin er frá 2018 (Mynd: Sara Johannessen / norden.org)
Triðings-formansskapur
Nú eru so aftir fimm ár gingin, og aftur í 2020 átti Danmark tørn at hava formansskapin í norðurlendska ráðharraráðnum. Og aftur var tað Ásmundur, sum var ein teirra, ið skumpaði á fyri at fáa størri part av formansskapinum á føroyskar hendur.
Tað er eisini NORA, ið hevur fingið uppgávuna at samskipa føroyska partin av formansskapinum. Rannvá Poulsen er sett í avmarkaða tíð at taka sær av hesi verkætlan, sum tó hevur verið ógvusliga rakt av avboðum og útsetingum orsakað av koronastøðuni.
- Hesaferð eydnaðist tað okkum at fáa triðingin av verkætlanarpengunum. Føroyski parturin av formansskapinum er ein orkuverkætlan, sum Kári Mortensen á Umhvørvisstovuni stendur fyri, og stuðulspengarnir fara til tvær verkætlanir, eina um ein elriknan alibát, og hin um eina fjarhitaskipan úr sjóvarorku í Leirvík. (meira um hetta í grein seinni, red.)
- Tíverri hevur tað ikki eydnast okkum at fáa ein triðing av formansskapinum, tá tað snýr seg um politiska arbeiðið. Eg veit, at tað eru embætisfólk í landsstýrinum, serliga Halla Nolsøe Poulsen, ráðgevi, ið hava roynt at økja um føroysku ávirkanina, men tað tykist ikki sum politiska baklandið hevur víst eins stóran ans. Halla hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiði fyri at samansjóða fólkini, sum á ein ella annan hátt eru við í norðurlendskum arbeiði.
- Tað er framvegis bara formansskapurin í embætisbólkinum innan fisk, sum vit hava bjóðað okkum til og fingið, sigur Ásmundur Guðjónsson, og vísir á, at Føroyar hava ein trupulleika, tá tað kemur til at bjóða seg fram í norðurlendskum politiskum høpi.
Gagnnýta møguleikarnar í Álandsskjalinum
- Vit vilja hava fullan limaskap, men royndirnar vísa, at vit als ikki eru til reiðar at taka móti teimum avbjóðingum, sum ein fullur limaskapur hevði havt við sær.
- Vón mín var, at vit hesaferð gagnnýttu møguleikan at seta okkum við borðendan í einum triðingi av formansskapinum. Tað hevði merkt minst fýra ráðharraráð og tilsvarandi part av embætismannanevndunum. Men hvørki politiska umhvørvið ella embætisverkið vóru til reiðar at traðka fram og bjóða seg til.
- Nú standa vit bara sum vertir fyri nøkrum formanstiltøkum. Vit sleppa at bjóða vælkomin, átaka okkum undirhald og bróðurpartin av útreiðslunum, men tað eru danir, sum leggja til rættis, orðna dagsskránna og leiða fundirnar í ráðum og bólkum.
- Hetta er stórt spell og ein trupulleiki eftir mínum tykki. Tí eg hoyri politikarar standa fram og krevja fullan limaskap í bæði norðurlendskum og arktiskum samanhangi, men tað tykist ikki sum um, at hesi fólk hava givið sær fær um, hvat fullur limaskapur veruliga merkir.
- Heldur haldi eg, at vit skuldu gagnnýtt teir møguleikarnar, sum Álandsskjalið gevur okkum og fari eftir hesum møguleikum, og so taka kjakið um limaskap upp, tá Álandsskjalið er brúkt upp. Ein aktuellur møguleiki kundi verið, at Føroyar, Grønland og Áland bjóðaðu seg til at taka formansskapin í felag. Eg eri vísur í, at hini londini londini høvdu lurtað eftir við áhuga, um vit høvdu komið við meira uppbyggjandi og realistiskum ynskjum um, hvussu vit kundu fingið ein meira avgerandi leiklut í norðurlanda samstarvinum, sigur Ásmundur Guðjónsson.
Les eisini: Mesta tíðin brúkt til avlýsingar og útsetingar
(Mynd: Sverri Egholm)
Útnorður verður gloymt
Sum norðurlendskur embætismaður, situr Ásmundur í átta ára tíðaravmarkaðum starvi, sum gongur út í 2023.
Á skrivstovuni hjá NORA á Bryggjubakka verður hugleitt um hvør leikluturin hjá stovninum er í framtíðini, um játtan framhaldandi verður til at arbeiða eins og gjørt hevur verið nú.
Sjálvur kundi Ásmundur Guðjónsson hugsa sær, at uppgávurnar eisini komu at verið meira policy rættaðar.
Støðan hjá útnorðurpartinum av norðurlendska samstarvinum er nakað, ið upptekur roynda embætismannin.
- Londini í Norðuratlantshavi verða alt ov oftani gloymd burtur í norðurlendskum samstarvi, tað verði seg í politisku tilvitanini og tá kanningar og frágreiðingar verða gjørd um ymisk viðurskifti í Norðurlondum.
- Eg kundi hugsa mær, at vit kundi fingið gjørt eina kanning av, hvussu ’vestnorden’ hevur tað í norðurlendskum høpi. Hvussu avbjóðingarnar á hesum stóra sjóøki verða taklaðar, og hvussu vit gera mótvegis grannum okkara fyri sunnan, nú Stórabretland ikki longur er partur av ES.
- Eisini kundi eg hugsa mær, at Útnorðurráðið, sum er parlamentariska samstarvið millum Løgtingið, Altingið og Inatsisartut fekk størri tyngd í okkara øki. Ein loysn kundi verið, at NORA-skrivstovan varð brúkt sum fyrisitingarligt bakland hjá stjórnunum at avgreiða mál, sum Útnorðurráðið leggur fyri stjórnirnar, heldur Ásmundur Guðjónsson.
--
Henda greinin um NORA og Ásmund Guðjónsson er fyrsta av fimm greinum, sum Ingi Samuelsen hevur skrivað fyri Føroya Landsstýri í sambandi við at Føroyar eru partur av formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Greinin hevur eisini verið prentað í Dimmalætting nr 30, 14. august 2020
--
Onnur greinin: - Tær loysnir vit finna fram til kunnu eisini koma øðrum til góðar
Triðja greinin: - Norðurlendski vælviljin mótvegis Føroyum er stórur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald