placeholder
Innanlands

- Føroyar skulu ikki snúgva sær undan ábyrgd

Tað sigur Føroya Fuglafrøðifelag, sum heldur, at eingin haldgóð grundgeving er ímóti einum fuglaveiðubanni

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

2018-07-18 10:45 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í næstum verður altjóða avtalan um at verja flytifugl, AEWA, dagførd soleiðis, at veiðubann skal leggjast á lunda og álku. Hendan broyting kemur í kjalarvørrinum á, at hesi fuglasløg nú eru mett av IUCN at vera í ávísum vanda at gerast oydd, um núverandi stovnsgongd heldur fram. Føroyar hava verið við í AEWA síðani 2003.

Nú, tá avtalan fer at umfata okkara egna veiðufugl, hava fólkatingslimirnir Sjúrður Skaale og Magni Arge og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Poul Michelsen, allir meldað greitt út, at Føroyar má sleppa sær undan einum slíkum veiðubanni. Føroya Fuglafrøðifelag harmast um hetta í lesarabrævi og sigur, at hetta verður gjørt uttan nakra roynd at umrøða ella viðgera orsøkirnar til, at tað er komið í lag, og tað metir Føroya Fuglafrøðifelag vera ein sera keðiligur almennur hugburður mótvegis einum álvarsligum umhvørvismáli.

- Sjúrður Skaale verður á Portal.fo 20 juni endurgivin fyri m.a. at siga, at ”veruleikin í Føroyum er ein annar enn í suðurevropa”. Gamaní, lond eru ymisk, men sum heild er hendan útsøgnin rættiliga innantóm og óviðkomandi í verandi høpi. Fyrisiting av fuglastovnum er í stóran mun eitt altjóða samstarvsmál, av tí at flytifuglasløg eiga sín veruleika í fleiri londum; fleiri av “okkara” búfuglum eiga vetrarvist í Suðurevropa og enntá væl longur suðuri, summir langt sunnanfyri ekvator. Samstundis tekur hann ikki við, at fleiri av okkara grannalondum her norðuri eisini stúra fyri sínum fuglastovnum; harímillum Skotland, hvar støðan hjá millum øðrum ritu, lunda og kjógva er vanlukkulig. Hetta er ikki ein “suðurevropeiskur” trupulleiki, sigur Fuglafrøðifelagið m.a. í lesarabrævinum. 

Føroya Fuglafrøðifelag vil vera við, at nýggja veiðubannið kemur ikki úr ongum.

- IUCN ger eitt umfatandi arbeiði, har tey endurskoða alla tøka vitan um hvørt einstakt djóra- og plantuslag, og síðan gera eina savnaða meting um stovnsgongdina hjá slagnum. Hendan vitan er fingin til vega eftir haldgóðum mannagongdum og gjølla viðgjørd av altjóða vísindaliga felagsskapinum. Har finnast, heilt einfalt, ikki betri undirbygdar niðurstøður um stovnar enn tær hjá IUCN.

- Tá tey so vísa á, at afturgongdin hjá umrøddu fuglasløgum er so álvarslig á heimsstøði, so er ongin orsøk til at halda, at støðan er øðrvísi hjá okkum í Føroyum. Og sjálvt um hon er, so eru okkara flytifuglastovnar ikki avbyrgdir frá umheiminum á sama hátt sum okkara landbundnu djór, og tískil heldur ikki frá heildargongdini, sigur Føroya Fuglafrøðifelag.

Les alt lesarabrævið frá felagnum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder