Grønlendski fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz finst at útsøgunum hjá Karoline Leavitt, talsfólki hjá Hvítu Húsunum eftir fundin millum Danmark, USA og Grønland.
Leavitt segði m.a., at arbeiðsbólkurin, sum semja er um at seta, skal umrøða yvirtøku av Grønlandi, nakað sum danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen hevur víst aftur.
– Tað var ikki tað, sum varð avtalað, sum skilst á Lars Løkke Rasmussen og Vivian Motzfeldt (grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, red.).
Les eisini: Ósemja um endamálið við arbeiðsbólkinum
– Tí er tað (USA, red.) ein sera trupul samstarvsfelagi, um mann ikki kann líta á tað, sum mann hevur avtalað. Tað ger, at trúvirðið ikki er serliga høgt, sigur Aaja Chemnitz sambært Ritzau.
Hon leggur afturat, at tað er "tónadeyvt" av USA at endurtaka ætlanirnar um at yvirtaka Grønland, tá amerikanarar ferð eftir ferð hava fingið at vita, at Grønland ikki er til sølu.
– Tað hava vit sagt túsundatals ferðir á túsundatals ymiskar mátar. Nógv av okkum úr Grønlandi hava sagt tað. Tað er tónadeyvt í mun til ta áskoðan, sum er um Grønland.
– Tað er harmiligt, at mann hevur ringt við at líta á ein sameindan, sum mann hevur havt fund við og gjørt onkrar avtalur við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald