Innanlands

- Harmiligt at niðurleggja eitt uppbyggjandi og mennandi átak

Jógvan Skorheim er partur av minnilutan í Klaksvíkar Býráðið. Hann er ónøgdur við, at ein meriluti hevur gjørt av at avtaka "Ung í Arbeiði"

Ung í Arbeiði, og nýskipanin við tí, hevur gjørt stóran mun fyri ung í býnum, heldur Jógvan Skorheim, fyrrverandi borgarstjóri (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ung í Arbeiði, og nýskipanin við tí, hevur gjørt stóran mun fyri ung í býnum, heldur Jógvan Skorheim, fyrrverandi borgarstjóri (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-06-08 20:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er ómetaliga harmiligt, at ein meiriluti í býráðnum hevur valt at niðurleggja hetta fantastiska átak, ið hevur verið uppbyggjandi og mennandi fyri fleiri ung. Sum fyrrverandi borgarstjóri upplivdi eg hvussu hendan slóbrótandi nýskipan lyfti tilboðið til okkara ungu borgarar. Tað var bæði uppalandi, álitisvekjandi og ikki minst var tað við til at ungu borgararnir í kommununi fingu týdningarmikla ábyrgdarkenslu.

Soleiðis skrivar Jógvan Skorheim í Facebook-uppslagi, í samband við at Klaksvíkar Býráð ikki ætlar at hava "Ung í Arbeiði" í ár. Hetta átakið er vanligt kring landið, og nú býráðslimurin og fyrrverandi borgarstjórin í Klaksvík, sum er í samgonguminniluta, sær, at fleiri komunnur kunna um møguleikan, so harmast hann um støðuna í Klaksvíkar kommunu.

Les eisini: Ung í arbeiði í Vági frá 26. juni

Ung í Arbeiði hevur leingi verið í næststørsta býnum í landinum, og varð fyri nøkrum árum síðani nýskipað og uppraðfest, so at tað meira skuldi gerast fyrsta stigið út á arbeiðsmarknaðin. Ein samskipari var, og fyritøkur í býnum vóru við í átakinum.

- Sjálvur eri eg ikki í iva um, at hetta eisini kann fáa ungdóm vekk frá neiligum atburði, men heldur føla seg ynskt. Við nýggju skipanini, ið vit tá settu í verk, vórðu fleiri ung knýtt at privatum fyritøkum, og viðførdi hetta, at tey eisini fingu lærupláss eftirfylgjandi. Sanniliga ein vinn-vinn støða fyri okkara kommunu.

Talan er helst um eina sparing. Jógvan Skorheim sigur seg havt havt eina vón um, at Ung í Arbeiði kom aftur á breddan til summarið, men tað er einki í røkist fyri tí.í løtuni.

Jógvan Skorheim staðfestir til endans, at tey i Klaksvík hava stórliga tørv á ungu borgarum sínum, og man má gera tað hugaligt hjá teimum at taka tøk, og føla seg sum ein part av býnum og samfelagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder