Innanlands

- Hava ongantíð verið nærri at skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð

Vit eru so nær sum ongantíð, segði Høgni Hoydal í formansfrágreiningini á árliga flokstinginum hjá Tjóðveldi í dag

Høgni Hoydal (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Høgni Hoydal (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-06 22:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

- Vit hava ongantíð verið nærri at skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð.

Tað segði Høgni Hoydal í formansfrágreiðingini á árliga flokstinginum hjá Tjóðveldi í Hovi í dag.

- Vit hava tikið ódnartøk saman. Vit eru klár at taka tey seinastu tøkini at skipa tær frælsu Føroyar fyri alt fólkið í landinum, var greiði boðskapurin hjá floksformanninum.

- Hetta valskeiðið hava vit tikið tung tøk saman. Saman við okkara samstarvsflokkum og stuðlum. Vit hava bygt súlurnar upp undir teimum frælsu Føroyum fyri øll. Fyri at tryggja búskapin nú og framyvir, segði hann.

- Fyri áleið 25 árum síðani varð danski blokkstuðulin 25% av føroyska búskapinum. Í dag er hann 3% av tí, sum vit framleiða. Vit skapa sjálv 97% av øllum. Og okkara egnu inntøkur til landskassan eru vaksnar meira enn blokkstuðulin hesi 4 árini vit hava sitið.

Eisini vísti Høgni Hoydal á, at ein ørgrynna av málum vóru á donskum hondum fyri 25 árum síðani, men at har nú bert eru heilt fá eftir at taka á føroyskar hendur.

Enn eru nógv ítøkilig mál, sum flokkurin ynskir at fremja, og nøkur av teimum eru, sambært Høgna Hoydal:

  • Uppaftur ítøkiligari mál fyri at leggja um til grøna orku, har tað verður gjørligt hjá øllum at fíggja umlegging til grøna orku
  • At tryggja, at ongin livir í fátækraváða í Føroyum
  • At tryggja bústaðarmøguleikar og sámiliga fígging at seta búgv kring landið er enn sum áður stórmál at loysa

- Vit standa við eitt val, um vit vilja taka tey seinastu tøkini til at stovnseta okkum sum sjálvstøðuga tjóð, fíggja okkara egnu vælferð eftir norðurlendskum leisti og virðum, og byggja eitt samfelag á frælsi, samhaldsfesti og somu rættindi og virðing til øll fólk í landinum. Ella vit skulu bakka aftur í fortíðina. Har hvør skal sæta sær og leggja vertin á, hvat annar fær. Og har vit aftur skulu biðja onnur gjalda fyri tað, ið vit ikki vilja gjalda til í felag – og selja okkara sjálvræði, segði Høgni Hoydal at enda.

Øll frágreiðingin hjá Høgna Hoydal kann lesast her.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder