Innanlands

- Helt ikki at nakar hoyrdi tað

Enn er støða ikki tikin til, um Annita kann halda fram sum tingbólkaforkvinna

Annita á Fríðriksmørk, tingbólkaforkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Annita á Fríðriksmørk, tingbólkaforkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-07 19:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg helt at tað var privat, og helt ikki at nakar hoyrdi tað. Eg var irriterað um málið um fólkatingsessirnar, tí eg haldi at flokkurin eigur at leggja uppskot fram saman.

Tað sigur Annita á Fríðriksmørk við útvarpið í dag eftir at tað er komið fram, at hon hevur baktalað floksfelagan og tingformannin, Páll á Reynatúgvu.

Ein partur av brotinum hoyrist á kvf.fo her

Brotið sum tosað verður um, er í steðginum á flokstinginum, sum Tjóðveldi hevði í Hovi í gjár. Flokstingið varð stroymt, og í steðginum var ljóðið av óvart ikki sløkt. Og har kallar Annita á Fríðriksmørk Páll á Reynatúgvu fyri millum annað egoist og psykopat.

- Hatta var ein privat samrøða, har eg sigi ting um eitt annað tingfólk í flokkinum, sum eg sjálvandi ikki skuldi sagt. Eg havi longu ringt til Páll á Reynatúgvu og biðið um umbering, og tað geri eg fegin her eisini. Tað hevur hann uppiborið.

- Eg biðið um umbering fyri, at eg havi sagt tað, og tað er ógvuliga óheppið at tað er komið fram. Eg skuldi sjálvandi ikki havt sagt tað, sigur hon við útvarpið.

Enn hevur Tjóðveldi ikki tikið støðu til um Annita á Fríðriksmørk heldur fram sum forkvinna fyri tingbólkin, sigur hon við Kringvarpið.

- Eg eri skelkaður av tí, sum eg havi fingið endurgivið. Hetta er harður kostur, men eg havi ikki sjálvur hoyrt tað enn, segði Páll á Reynatúgvu við útvarpið fyrr í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder