Uttanlands

- Hetta er eitt álop á Danmark

Danska stjórnin tekur tað í allarstørsta álvara, at dronur áhaldandi órógva loftrúmið. Tavar eitt ‘hybridálop’, sum danir vóru vitni til í gjárkvøldið, sigur verjumálaráðharrin

Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, og Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, á tíðindafundi í morgun (Mynd: EPA)

Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, og Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, á tíðindafundi í morgun (Mynd: EPA)

2025-09-25 10:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var ikki eitt beinleiðis hernaðarligt álop á Danmark, tað, sum hendi í gjárkvøldið. Men tað var eitt sokallað ‘hybrid’-álop.

Tað segði danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, tá hann og Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, høvdu tíðindafund í morgun um dronutilburðirnar í gjárkvøldið, har dronur vórðu staðfestar yvir fleiri flogvallir í Jútlandi.

Tí var ein av boðskapunum á fundinum, at Danmark skal fáa til vega meira og betri útgerð til at verja seg móti slíkum tilburðum. Lúnsku gerðirnar í gjárkvøldið – danir kalla tað ‘anslag’ – verða sæddar sum eitt framhald av fleiri hendingum í Evropa hesa seinastu tíðina, segði løgmálaráðharrin.

- Málið við hesum hybridálopunum er at skapa ótta, split og at ræða okkum. Tí hevur tað ongantíð fyrr verið so týdningarmikið at standa saman, seegði Hummelgaard.

Michael Hyldgaard, verjuovasti, luttók eisini á tíðindafundinum, og hann vísti á, at eins og mánakvøldið, so var tað ein meting, at tað ikki var ráðiligt at royna at skjóta dronurnar niður.

- Tað er av størri týdningi at finna fram til fólkini, sum standa aftanfyri, segði verjuovastin.

Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri segði á fundinum, at Danmark nú umhugsar at draga Nato inn í avbjóðingina, møguliga við at gera grein 4 í norðuratlantiska verjusáttmálanum galdandi. Hetta snýr seg um at kalla øll Natolondini inn til skundfund um avbjóðingina. Hetta fer stjórnin at umrøða á fundi seinni í dag, segði hann.

Dronur vóru orsøk til at floghavnin í Aalborg mátti steingja í gjárkvøldið. Seinni varð staðfest, at dronur eisini vóru nærhenddis flogvallunum í Sønderborg og Esbjerg, sum tó longu vóru stongdir fyri dagin og flogstøðina í Skrydstrup, sum eisini liggur sunnarlaga í Jútlandi.

Men hetta eru ikki tær einastu fráboðanirnar um dronur, ið vórðu fráboðaðar í gjárkvøldið, men ikki endaliga staðfestar. Boðað var eisini frá dronum við floghavnina í Billund og yvir hernaðarleguni hjá Dragonregimentinum í Holstebro. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder