2022-06-20 16:49
Tað, at Russland forðar ukrainum í at útflyta fleiri milliónir tons av korni er eitt krígsbrotsverk.
Tað heldur uttanríkisstjórin hjá ES, Josep Borrell.
– Tað er ikki til at fata, at fleiri milliónir tons av hveiti framvegis er í Ukraina, meðan har eru fólk í restini av heiminum, sum svølta, sigur hann og heitir á Russland um at staðga við at blokera ukrainskar havnir.
– Hetta er eitt veruligt krígsbrotsverk, so eg kann ikki ímynda mær, at hetta fer at vara leingi afturat, sigur hann sambært Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald