Uttanlands

Theresa May: Góðtakið brexit og komið víðari

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Theresa May finst at sitandi forsætisráðharranum, Andy Burnham, sum ynskir at endurskoða limskapin hjá bretum í ES.

Theresa May var bretskur stjórnarleiðari frá juli 2016 til juli 2019 (Savnsmynd)

Theresa May var bretskur stjórnarleiðari frá juli 2016 til juli 2019 (Savnsmynd)

2026-11-23 17:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er upp á tíðina, at núverandi bretska stjórnin góðtekur, at bretar eru farnir úr ES, sigur fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Theresa May.

– Brexit er gjøgnumført. Góðtakið nú bara brexit, og komið víðari, sigur hon í samrøðu við BBC, eftir at Stórabretland og ES høvdu toppfund í Brússel í vikuni.

Núverandi bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham hevur sagt, at bretar eiga at fáa tættari samstarv við ES og at endurskoða møguleikan at gerast partur av ES.

Theresa May heldur, at núverandi forsætisráðharrin eigur at savna seg um núverandi avbjóðingar í staðin fyri at endurskoða avgerðina um at fara úr ES.

– Lat okkum bara halda fram við at tryggja, at Stórabretland stendur í so góðari støðu sum gjørligt viðvíkjandi búskapi og trygd og gevur fólki so góðar møguleikar sum gjørligt, sigur hon.

Theresa May gjørdist forsætisráðharri í 2016, stutt eftir at ein lítil meiriluti á fólkaatkvøðu hevði atkvøtt fyri at fara úr ES. Hon heldur ikki, at bretar eiga at fara á nýggja fólkaatkvø um málið. Tað hevði verið sum at sagt við bretar, at teir svaraðu skeivt á seinastu fólkaatkvøðu.

Undan fólkaatkvøðuni í 2016 hoyrdi hon til tann vongin, sum ynskti at vera verandi í ES. Sum forsætisráðharri endaði hon við at hava ábyrgd av samráðingunum um eina skilnaðaravtalu millum Stórabretland og ES. Tá tað ikki eydnaðist henni at fáa undirtøku fyri avtaluni í bretska tjóðartinginum í 2019, legði hon frá sær. Tað endaði við at verða Boris Johnson, sum leiddi bretar úr ES.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder