2026-11-23 20:59
Seksti ár eru nú liðin síðan ørvingar fingu bønhús
Bønhúsið í Øravík varð bygt í 1966 og tikið í nýtslu hin 27. november 1966. Nú sunnudagin 29. november, eru tað júst 60 ár síðan, at Bønhúsið varð tikið í nýtslu.
Í hesum sambandi verður hátíðargudstænasta í Bønhúsinum sunnudagin 29. november klokkan 11, við luttøku av prestunum í oynni: Jákup Erlingsson Petersen, Hanus Pál Jógvansson og Patrick Conway de Neergaard.
Eftir hátíðargudstænastuna spælir Tvøroyrar Hornorkestur, undir leiðslu av Tróndi Enni, nøkur løg. Jólatræið í Øravík, verður eisini tendrað.
Ein góður drekkamunnur, lagkøka og smákøkur verða at fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald