Í Danmark hava nógvir skúlar í morgun boðað frá, at teir hava fingið bumbuhóttanir
Fráboðanir eru komnar frá skúlum úr øllum landinum, upplýsir løgreglan í Danmark.
Skúlar hava fingið hóttanir umvegis teldupost, og alt bendir á, at skúlarnir hava fingið sama teldupost við hóttanum, men eingin orsøk er til stúran, sigur løgreglan.
Eisini sjúkrahús og fongsul hava fingið hóttanir, skrivar DR.
Sambært Ritzau hava umleið 450 skúlar í Týsklandi eisini fingið bumbuhóttanir í morgun. Hóttanirnar eru líka í øllum teldupostunum, og verður ikki mett, at nøkur orsøk er til at stúra.
Fyrr í hesum mánaðinum varð boðað frá líknandi hóttanum móti flogferðsluni í Evropa. Eingin bumba varð tó nakrantíð funnin í hesum sambandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald