Innanlands

Streymslit í Norðoyggjum

- og norðara parti av Eysturoynni og í sundalagnum. Arbeitt verður við at rætta brekið, og verður helst ein tími, inntil øll hava fingið streymin aftur.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-11-23 08:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Streymurin er farin í Norðoyggjum, norðara parti av Eysturoynni og í sundalagnum.

Tað boðaði Sev frá fyri løtu síðani.

Arbeitt verður við at rætta brekið sum skjótast, sigur elfelagið.

Eirikur Norðberg, rakstrarleiðari hjá Sev segði við Útvarpið klokkan níggju, at tað verður helst ein tími, inntil øll hava fingið streymin aftur.

Í gjárkvøldið mistu fólk í Norðoyggjum og norðara parti av Eysturoynni eisini streymin í ein góðan tíma.

Orsøkin til tað streymslitið var kaðalfeilur, skrivar Sev.

Dagførd kl. 9.13

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder